Tjaldurs Apotek aftur í miðbýnum

Vælafturkomið í miðbýin, Tjaldurs Apotek Tað var ein gamal dreymur hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, ið var uppfyltur í dag, nú Tjaldurs Apotek hevði móttøku í miðbýnum eftir næstan 40 ára útlegd.

Apotekarin, Hjalti Gunnarstein, nevndi eisini, at hetta í stóran mun var “prosjektið hjá borgarstjóranum”, at fáa apotek aftur í miðbýin. Hann greiddi frá, at nýggja apotekið er gjørt eftir útlendskari fyrimynd, har gingið verður frá stóru apotekunum til fleiri smærri.

Heðin Mortensen treiv aftur í søguna. Í 1883 lat danska Svane Apoteket upp deild í Havn. Tá búðu 1500 fólk í Havn og 12.000 í Føroyum. í 1898 gjørdist hetta apotek sjálvstøðugt. Í 1909 var fólkatalið vaksið og nú vóru 150 skip, sum skuldu røkjast við heiligvágskistum.

- Tá kom Tórshavnar býráð til ta niðurstøðu, at kapping á apoteksøkinum hevði verið gagnlig, men løgtingið noktaði. Løgtingið samtykkir tó eina nýggja apotekaralóg í 1913, tá verður kapping á økinum og Svane Apoteket hórar ikki undan, tá "Tjaldurs Apothek" verður stovnað.

- Í 1934 letur stásiligt apotek upp á Vaglinum, har tað helt til líka til flutt varð niðan á Trapputrøðna í 1977 - altso fyri næstan 40 árum síðan.

Hein Mortensen nevndi eisini, at í heimastýrislógini var apoteksverk nevnt sum sermál, ið skuldi yvirtakast. Apotekið var rikið privat frammanundan. Apotekið varð yvirtikið í 1949 sum fyrsta yvirtøkumál eftir heimastýrislógini og løgtingið samtykti, at apotekið skuldi gerast alment.

- Heilivágsøkið er ein týðandi partur av heilsuverkinum. Tær skipanir og siðvenjur, sum gjøgnum tíðina eru mentar í stýringini av Apoteksverkinum, hava givið góðar, tryggar og álítandi tænastuveitingar. Apoteksverkið hevur ein týðandi lut í fyribyrgjandi og fólkaheilsuligum tænastum til borgaran.

- Tjaldurs apotek er í dag einasta apotek í býnum og er eisini tað einasta, sum framleiðir heilivág til fólk og til fæ. Umframt at selja heilivág selur apotekið vørur til heilsurøkt, vælveru, vakurleikarøkt, kostískoyti, nátturuheilivág og vørur til tekniska nýtslu. At veita skipaflotanum heilivág og  tænastur er framvegis apoteksins uppgáva.

- Apotekið avgreiðir nógvar hundraðtals kundar hvønn einasta dag beinleiðis um diskin, ein partur reseptavgreiðslur og hin parturin er handkeypsvøra. Harumframt sendir Tjaldurs Apotek pakkar við forskriftarheilivági út til bygdirnar.

- Umleið 80 fólk starvast á apotekinum í Havn. Hetta er sostatt eitt av okkara størstu arbeiðsplássum við einum sera stórum kundaskarða.

Heðin Mortensen greiddi víðari frá, at Tórshavnar kommuna hevur javnt og støðugt fingið hópin av áheitanum frá fólki, um at virka við til, at at í øllum førum ein handkeypssøla kemur aftrat í miðbýnum. Fólk hava hildið, at tað átti at verið grundarlag fyri eini útsølu aftrat.

- Seinnu árini eru hesar áheitanir vorðnar fleiri í tali. Og tá hugsað verður um tann týdning, sum Gamla Apotek hevði fyri trivnaðin í miðbýnum, so heitti kommunan á apoteksverkið og avvarðandi myndugleika at skipa so fyri, at eitt apotek aftur kom í miðbýnum. Kommunan lovaði eisini at hjálpa við at útvega egnaði høli.

 - Og nú letur apotek uppaftur í miðbýnum. Fyrsta byggistigið av miðbýarætlanini her í Steinatúni var at gera eitt tilhaldstorg uttanfyri bankabygningin og at umskipa ferðsluna. Næsta stigið var at lata niðastu hæddina í bankabygninginum upp fyri fólki.

- Hetta er hervið gjørt, nú VisitTórshavn, Gómagott og Apotekið eru flutt inn í húsið. Apotekið byrjar við handkeypssølu, men um stutta tíð verða eisini reseptir avgreiddar her.

- Vit, sum minnast, í hvussu stóran mun Gamla Apotek var ein savnandi depil á Vaglinum, fegnast um, at tit nú lata uppaftur í miðbýnum. Tí vit vita, hvussu stóran týdning tað hevur fyri miðbýin, at vit fáa hundraðtals fólk aftrat at hava sína dagligu gongd her.

Borgarstjórin endaði við at ynskja øllum hjartaliga tillukku og bestu eydnu við nýggju útsøluni í miðbýnum.

- Hetta fer at økja um talið á teimum, sum ferðast í býnum, hetta verður til gleði fyri mong og fer at økja munandi um trivnaðin í miðbýnum.

- Hjartaliga væl afturkomin í miðbýin, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.