Tiltøkini um datavernd halda fram

Eftir eitt væl eydnað tiltak um datatrygd í Klaksvík í farnu viku, verður tiltakið hesa ferð í Tórshavn. Eftir hetta verður farið til Suðuroyar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið skipa fyri kunnandi tiltakið um nýggju Dataverndarlógina, sum kemur í gildi 1. januar 2021. Tiltakið er ætlað vinnufyritøkum og er fyri limir í einum av feløgunum í Vinnuhúsinum. 

Tiltakið verður á Hotel Brandan mikudagin 18. november kl. 14.00 

Skráin er hendan:

-   Soleiðis gert, tá nýggj Dataverndarlóg kemur - Ulla Joensen, KT-felagið
-   Hvat er Dataverndarlógin og hvør skal liva upp til lógina? - Katrin Thorsvig Hansen, Dataeftirlitið
-   Case: soleiðis komu vit ígongd – Poula Michelsen, PM 

Tilmelding fer fram við at skriva til industry@industry.fo 

Tað ber til at senda spurningar og ivamál longu nú, eisini til industry@industry.fo 

Seiasta tiltakið um datatrygd verður í Salt á Drelnesi mánadagin 30. november kl. 14.00 

Endamálið við tiltakunum er, at fáa greiðu á teimum ivamálum, sum vinnufyritøkur hava viðvíkjandi nýggju dataverndarlógini.