Tiltakið Sjóvinnuforum verður 26. november

Hósdagin 26. november verður skipað fyri Sjóvinnuforum í Vinnuháskúlanum.

Høvuðsevnið er shipping, og evnið verður lýst og greinað m.a. av umboðum úr vinnuni og sjóneykan verður sett á almenna sjóvinnupolitikkin. Somuleiðis verður eisini viðgjørt, hvussu føroyska shippingvinnan kann vaksa. 

Endamálið við Sjóvinnuforum er at savna fólk úr vinnuni og tey, ið hava tilknýti til vinnuna. 

Sjóvinnustýrið skipar fyri Sjóvinnuforum, saman við Reiðarafelagnum fyri Handilsskip og manningarfeløgunum, og tiltakið verður fyriskipað eftir almennu tilmælunum. 

Nærri kunning og skrá kemur seinni.