Tiltak viðvíkjandi útbúgvingarmøguleikum í USA

Útbugving vestan hav - At lesa í USA: Tiltak týsdagin 24. juli frá kl. 15 - 17.30 í Østrøm.


Í sambandi við, at amerikanska sendikvinnan í Danmark, Laurie S. Fulton, vitjar í Føroyum, verður skipað fyri tiltakinum “Útbugving vestan hav, at lesa í USA” á fabrikkini hjá Østrøm komandi týsdag.


Tað eru MFS, Altjóða Skrivstovan á Fróðskaparsetrinum og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri.


Tiltakið verður á fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð týsdagin 24. juli frá kl. 15 til 17.30.


Skráin er hendan:


* 15.00 Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum, bjóðar vælkomin


* 15:15 Lesandi greiða frá sínum lestrarroyndum í USA


* 15.45 Framløga og spurningar og svar við Laurie S. Fulton, sendikvinnu USA


* 16.30 MFS og tú


* 16.45 Altjóða Skrivstovan á Setrinum greiðir frá praktiskum lestrarviðurskiftum


Tiltakið, sum er á enskum, er ætlað øllum teimum, sum eru áhugað at hoyra um útbúgvingarmøguleikar í USA.