Tiltak um møguleikar og avbjóðingar á íslendska marknaðinum

Hósdagin 1. oktober kl. 14 verður tiltak í Vinnuhúsinum um íslendska marknaðin.

Hósdagin 1. oktober kl. 14.00 verður møguleiki fyri at hitta fyrrverandi føroyska sendimannin í Reykjavík, Petur Petersen, og íslendska sendimannin í Føroyum, Benedikt Jónsson, tá hesir fara at greiða frá um møguleikar og avbjóðingar á íslendska marknaðinum.

Tiltakið verður í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7.

Umframt at greiða frá um íslendska marknaðin, fara teir eisini at lýsa, hvørjar tænastur og ráðgeving sendistovurnar kunnu veita fyritøkum, sum ynskja at handla á íslendska marknaðinum.

Almennu tilmælini fyri at fyribyrgja smittuspjaðing verða fylgd í sambandi við tiltakið, og tí er neyðugt at tekna seg til tiltakið frammanundan.

Tað ber til at tekna seg til tiltakið við at senda ein teldupost til industry@industry.fo við upplýsingunum um navn á luttakara, teldupostadressu og navn á fyritøku, ella við at ringja 309900.

Freistin at tekna seg er týsdagin 29. september kl. 12.