Tiltak um menning av burðardygd í fyritøkuni, verður í Vinnuhúsinum fríggjadagin 1. apríl

Limafyritøkur í Vinnuhúsinum fáa høvi at kunna seg um, hvussu man ger eina strategi fyri arbeiði við burðardygd í einari fyritøku.

Tiltakið um, hvussu tú fert undir at menna eina strategi fyri burðardygd í fyritøkuni, sum eftir ætlan skuldi vera 25. mars, verður komandi fríggjadag 1. apríl kl. 14:30 í Vinnuhúsinum. Talan er um tað fyrsta av fýra tiltøkum í ár, sum skulu geva fyritøkum íblástur og amboð til at arbeiða skipað við burðardygd í fyritøkuni. 

Hetta tiltakið er serliga viðkomandi fyri tey fólk, sum hava ábyrgd av strategi og váðastýring í fyritøkuni.

Á tiltakinum verður greitt frá, hvussu tað verður arbeitt við burðardygd í einum vinnuligum høpi. Luttakararnir á skeiðnum læra, hvussu ein burðardygg ætlan verður ment, og hugt verður eftir ítøkiligum dømum sum íblástur til arbeiðið í fyritøkuni, sum luttakararnir starvast í. 

Tað er Ana Holden-Peters sum fer at greiða frá. Ana er serfrøðingur í vinnuligari burðardygd, og hevur 14 ára arbeiðsroyndir við burðardygd innan ferðavinnu, bankavirksemi, handli og aling. 

Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi hósdagin 31. mars kl. 12 við at senda ein teldupost til industry@industry.fo ella ringja 309900. 

Síggj yvirlit fyri tey fýra tiltøkini her.