Brúkaraumboðið hevur fingið eina áheitan viðvíkjandi mannagongdini hjá H-Dygd í sambandi við tilboðsgeving teirra. H-Dygd viðheftur eitt skjal har rótviðgerðin av timbri verður viðmælt av Gunnar Madsen frá DTI (Dansk Teknologisk Institut). Við nærri kanning vísir tað seg tó, at Gunnar Madsen ikki longur arbeiðir hjá DTI.
Eftir hetta bleiv H-Dygd biðið um at leggja fram skjalprógv fyri nýttu veruligu viðurskiftini smb. § 3, stk. 3 í marknaðarføringslógini, sum er soljóðandi:
“Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar”.
H-Dygd hevur eftirfylgjandi staðfest, at Gunnar Madsen ikki arbeiðir hjá DTI, og hevur sum ein avleiðing av hesum broytt avvarðandi skjal.
Eitt persónligt tilmæli krevur sum oftast loyvi frá rættindahavaranum. Har eitt sovorðið loyvi er til, kann tilmælið nýtast í marknaðarføringini treytað av, at nýtslan er álítandi og ikki villleiðandi. Eitt tilmæli uttan veruligt innihald er villleiðandi og eitt brot á § 3, stk. 1 í marknaðarføringslógini.
H-Dygd hevur yvirfyri Brúkaraumboðnum játtað, at tilmæli ikki framyvir verður nýtt, uttan so at neyðugt skjalprógv er útvegað. Brúkaraumboðið ger ikki meiri við málið.