Vit hava ábyrgd av at reka tað føroyska samfelagið á besta hátt. Tað er ein óreingiligur veruleiki, at hall er á fíggjarlógini á umleið 350 milliónir krónur fyri fíggjarárið 2012, og hetta mugu vit fáa bilbukt við – ongantíð ov skjótt.
Tær inntøkur, sum landskassin hevur, eru skattir og meirvirðisgjald, og banniorðið ”blokkstuðul” úr Danmark. Blokkstuðulin er uml. 625 milliónir um árið – umframt aðrar ríkisveitingar - samlað áleið 1 milliard.
Tá ið vit skulu loysa ein fíggjarligan trupulleika, so hevur tað ofta verið mælt til at hækka skatt og avgjøld. Hetta eru serliga teir vinstravendu flokkarnir glaðir fyri.
Sitandi samgonga hevur tvørturímóti samtykt at minka skattin, tí vit hava havt eitt tað hægsta skatta- og avgjaldstrýst í heiminum, og tað er eingin gongd leið.
Vit hava eitt veldugt tilfeingi, sum svimur á landgrunninum, og mugu vit gagnnýta tað á besta hátt. Vit veiddu á leið - føroyingar og aðrir - 150.000 tons av makreli í fjør í føroyskum øki, so her kann fáast nakað munagott burturúr.
Landskassin eigur í minsta lagi at fáa 150 milliónir í beinleiðis inntøkum frá makrelinum, umframt aðrar avleiddar inntøkur so sum skattir og partafelagsskattir. Møguleiki er eisini at fáa meira burturúr hesum, men lat hetta vera okkara fyrsta mál.
Endamálið má vera, at ogn Føroya fólks verður gagnnýtt á besta hátt, soleiðis at føroysk skip við føroyskari manning eins og føroysk virki á landi við føroyskari arbeiðsmegi fær gagnnýtt tað føroyska tilfeingið, umframt at undirskotið á fíggjarlógini lækkar í minsta lagi niður í 200 milliónir krónir.
Samstundis er tað neyðugt, at tilfeingisinntøkan ikki frátekur politikarunum uppgávuna at rationalisera okkara samfelag, sum í dag er ov dýrt at reka. Vit vita ikki, hvussu nógv ár vit kunnu rokna við slíkum serligum inntøkum og mugu vit tí samstundis kanna allar tær almennu útreiðslurnar og gera teir neyðugu reformarnar.
Reimund Langgaard,
Tinglimur fyri Sambandsflokkin