Nú makrelurin skal býtast eru nógvir frøðingar og fólk annars, sum lítið skil hava fyri fiskiveiðu, sum vita væl, hvat gerast skal. Tað tykist, sum tað at landskassin manglar 500 milliónir ger, at fólk liva í vónini um at tilfeingisgjald kann bjarga landskassanum.
Vit stríðast við ES og áseta okkum egna kvotu. Tí er talan um eingangsinntøku. Í fjør var roynt at býta út til flest. Tað kann eisini metast sum neyðhjálp til summi. Soleiðis verður helst eisini í ár. Næsta ár verða helst nógv færri tons og stórsti parturin fiskaður í norskum sjógvi, av nøkrum fáum.
Havi trupult at skilja hesi(journalistar, búskaparfrøðingar v.m), sum halda seg vita. Tey tosa um fisk sum var tað einføld matematik. Tað er tað ikki. Í øllum førum er talan um matematik við sera nógvum ókendum faktorum. Og tá ber ikki til at koma til rætta úrslitið. Hetta eru fólk við góðari útbúgving, sum ikki megna at taka fyrivarni fyri sera stórum óvissum? Ikki tað vit høvdu vænta av væl útbúnum fólki.
At meta um fiskarí frameftir eru gitingar. Og at gita er at lúgva plagdi omma at læra okkum.
Sjálvt fyri fiskifrøðingar er galdandi, at teir vita nógv, men tað er eisini nógv teir ikki vita. Teir duga rímuliga væl at rokna aftureftir. Men tá teir spáa um framtíðina er eisini hjá teimum, hóast rímuliga kvalifisera, talan um at meta og gita. Júst sum hjá fiskimanninum. Hvørki meira ella minni. Tó er fiskimaðurin mest hótti stovnurin og eru hansara útsagnir merktar av hesum.
Landskassin er trupulleikin
Okkara almenni sektorur er 650 milliónir størri enn tað land, har hann er næststórst (samb. bóklingi hjá vinnuhúsinum s. 68) Tí er einki at ivast í, at tað er har pengarnir eru.
Skilji ikki, hví hesi fólk ikki tosa um undirskot landskassans í staðin. Tað er sera einfalt, samanlíkna við fiskarí. Og tá høvdu tey tosa um nakað, sum er meira viðkomandi og tey hava betur skil fyri. Undirskot 500 milliónir.(excl. 615 mió. sum nógv av teimum, sum hava eina meining, ynskja burtur) Eitt arbeiðspláss uml. 500.000 írokna diverse. Í alt 1.000 uppsøgnir. Umframt mista skattainntøku og multiplikatoreffekt. T.v.s. í alt 2.000 uppsøgnir írokna kommunur og privatu vinnuna.
Løgtingið megnaði over-night at lækka fiskidagatalið 10-20% og ætlandi nakað tað sama árið eftir. Harvið minkar inntøkan hjá fiskimonnum og flakavirkjum tilsvarandi. Hetta mettu tey at verða skilagott. Hví siga somu fólk ikki at almennar (og privatar) lønir eiga at lækka 10-20% uttan skatta endurgjald, fyri at landskassin skal yvirliva? Tað ber ikki til! Men hvat um vit noyðast? Tað bar til við fiskidøgum. So hví ikki eisini hjá landskassanum? Um hetta verður gjørt, verður tað betri seinni!!
Fiskivinnan fer undir ongum umstøðum at geva eyka pengar av tídningi nógvu komandi árini. Tað eru tvey reiðarí, sum í løtuni tjena pengar. (Tils. 100-200 mió. í 2010) Avmarka er hvat tey kunnu gjalda. Er tað rætt at knokkroyta øll sum klára seg væl? Undirskotið í løtuni hjá heimaflotanum er so stórt, at tað bert er skipanin við loyvum, sum ger at skip ikki verða løgd. (samb. lóg er felag sum ikki megnar at gjalda rokningar til tíðina insolvent/konkurs) Tað nýggjasta við flakavirkjum á hvørjum tanga verður fiskarí úr ALS, húsagangir og minni prísur fyri fiskin. Og tað minkar um evnir at gjalda tilfeingisgjald.
Hvat er tilfeingisrenta
Tað er avmarka hvussu nógvur fiskur er til. Tí verður eftirspurningur stórri enn útboð. Hetta ger, at kundin vil gjalda meira enn framleiðslukostna írokna allar útreiðslur og avkast ájavnt tað sum onnur vinna hevur. Hesin meirprísur er tað vit kalla tilfeingisrenta.
Hóast alt hetta, er eingin trygd fyri at øll tjena pengar. Tað varierar sera nógv. Tey fiskasløg vit hava mest av fáast eisini í øðrum londum. Hædd skal takast fyri, at fyri tey sum ikki eru allar best kappingarfør, er sannlíkt at prísurin ofta er undir framleiðslukostnaðin. Hetta tí at talan er um sera nógvar aktørar á marknaðinum eins og útboðið er ójavnt, hóast miðal er konstant. Tí er trupult at halda ein høgan prís, har tey sum eru minst kappingarfør eisini hava nóg mikið at liva av. Og vit hava hægri lønir, longri til marknaðin, minni fisk pr. eind og nógvar aðrar vansar, sum avgjørt ikki gera tað sannlíkt at vit eru í besta endanum. Tí er ikki óhugsandi, at tilfeingisrentan er negativ part av tíðini.
Havandi í huga, at talan er um fólksins ogn viðførur negativ tilfeingisrenta, at vit skulu gjalda reiðaríðum fyri at gera okkum tann beina, at fara út á hav eftir okkara ogn.
Okkara fiskivinnuskipan
Í 1911 skrivaði danskur økonomur, Jens Warming, hvussu fiskiveiða eigur at skipast. Tað er framvegis galdandi nú 100 ár seinni. Í 1954 var hetta skriva á enskum av øðrum manni (Tragedy of the commons) og hevur síðan tá verðið internationalt góðtikið at verða rætt.
Stórsti trupulleikin er at tað er avmarka nøgd av fiski, hóast stór sveiggj. Skip gerast meira effektiv við tíðini. Hetta ger, at talið av skipum skal minka ár fyri ár. At reka eitt reiðarí er tí eins og at reka eina fyritøku, sum vit vita stongjur um nøkur ár. Michael E. Porter (Harvard professari) hevur skriva um "End game strategies for declining industries". Tað kann gerast upp á fleiri mátar. Tað ber væl til. Men tað viðførur, at avskrivingar verða høgar. Renta á lánum verður relativt høg. Lán skulu gjaldast skjótt aftur. Sera nógvur eginpeningur skal til. Men tað ber til at gera hetta, uttan at fleiri feløg enn í øðrum vinnum fara á húsagang. Og tað ber til at tjena nógvar pengar.
Sambært Warming, eigur fiskivinnuskipanin at verða soleiðis at skip gjalda eitt avgjald fyri rættin at fiska, svarandi til tilfeingisrentuna. Tryggjast má, at svangur landskassi ikki kann áseta hetta gjald. Hetta ger, sambært Warming, at fiskiflotin sjálvur tilpassar seg. Somuleiðis ger tað, at skip varveita sítt fiskiloyvi, men sjálvt fiskiloyvi missur virði, og at skip ikki verða yvirfíggja í góðum tíðum tá flest øll trúgva upp á jólamannin. Fastar útreiðslur vaksa og tí fer eingin at halda lív í skipum, sum ikki økja um framleiðsluna.
Tað er í hesum sambandi tídningarmikið at vita, at tá eitt skip er meira enn tað mest optimala (vit vita sjálvandi ikki hvat rætta talið av skipum er) minkar inntøkan hjá øllum hinum skipunum. Er talið av skipum minni enn tað optimala, verður BTÚ minni enn tað mest optimala.
Ein slík skipan hevði gjørt at øll fáa meira burtur úr. Tí høvdu bankar, eigarar, fiskimenn, føroya fólk, ja øll somul, havt felags áhugamál. Tí trúgvi eg, at ein slík skipan kann setast í verk uttan stórvegis ósemjur millum áhugabólkar. Samstundis hevði veiðutrýsti verði sjálvregulerandi, rættuliga nær við tað mest optimala. Eisini slepst undan at dagatali minkar og minkar soleiðis at øll fara á húsagang.
Havi hugsa um nógvar trupulleikar við verðandi skipan, men enn eri eg ikki komin á nakran trupulleika, sum ikki kann loysast við slíkari skipan.
Neyðugt er at skriva stutt. Tí kann hetta tykjast einfalt. Men tað er tað ikki. Tann sum hevur skil fyri fiskivinnu veit, at tað eru sera nógv ymisk atlit at taka fyri at fáa eina skipan at rigga.
Niðurstøða
Fiskivinna í Føroyum er farin frá at verða privat til 500 milliónir í árligum stuðli til aftur at verða rímuliga privat. Fiskivinna verður eisini mett sum arbeiðsskapandi. Tí er neyðugt at finna eina skipan sum lýkur nógv ymisk áhugamál. Neyðugt er at hava í huga, at tann næst besta loysnin gjørd á besta hátt er betri enn tann besta loysning sum fá vilja kennast við.
Tað ber til at gera eina skipan fyri fiskivinnuna, sum er øllum at gagni og sum øll kunnu liva við. Tað tekur langa tíð áðrenn broytingar ávirka fiskarí, um tað er so at vit í dag fiska ov nógv. Líka mikið hvat vit gera. Fólksins ogn megnar ikki í løtuni og komandi 5 árini at gjalda tað sum manglar í hjá landskassanum. Tí verður neyðugt at landskassin uttan hjálp frá fiskivinnuni (og tann ófrið og politiskt skilaloysi tað viðførur) fær undirskotið burtur.
Eivind Jacobsen
Strendur
P.S. Eg havi virðing fyri frøðingum. Eisini teimum, sum ikki vilja kennanst við sínar avmarkingar. Eg havi eisini virðing fyri vitan hjá fiskimonnum, sum hvønn dag skulu finna fisk ella ganga svangir. Eisini um teir ikki duga so væl at dokumentera sína vitan. Øll vitan um hav og fisk skal takast við fyrivarni.