Tilboðið um ókeypis kikhostakoppseting til barnakonur verður longt

Av tí, at kikhosta farsóttin í Danmark ikki er av, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen gjørt av at leingja tilboðið um ókeypis koppseting ímóti kikhosta til barnakonur. Tilboðið verður longt til tann 30. apríl 2020.

Tíðindaskriv

Kikhosta farsóttin hevur verið verri at basa, enn fyrst hildið, tí hava donsku heilsumyndugleikarnir mælt til at leingja tilboðið um koppseting til barnakonur móti kikhosta. Landsstýrismaðurin hevur fylgt tilmælinum frá donsku heilsumyndugleikunum og longt tilboðið.

Tá barnakonur verða koppsettar, verða nýfødd børn vard teir fyrstu mánaðirnar, áðrenn tey sjálvi kunnu verða koppsett. Harvið verður byrgt fyri, at børnini gerast sjúk við kikhosta.  

Tær barnakonur, sum ynskja at verða koppsettar ímóti kikhosta, skulu venda sær til egnan kommunulækna.

Landsstýrismaðurin gleðist um, at barnakonur framhaldandi kunnu hava møguleikan at koppsetast móti kighosta.