Til minnis um Kristian Meitil og Eyðfinn Stefansson

22. januar 2012 Kristian Meitil og Eyðfinnur Stefansson vóru báðir konservatorar á Føroya Náttúrugripasavni; teir einastu savnið hevur havt í tey 57 árini, síðani tað varð stovnað.


Eitt heilt ættarlið var millum teir, Kristian var 80 ár og Eyðfinnur 52, nú teir andaðust dag um dag.


Men teir verða ikki gloymdir. Sporini eftir teir standa á savninum. Tann sera vakra, stóra framsýningin við eftirgjørdum fiskum, allir fiskaðir í føroyskum sjógvi, var lívsverkið hjá Kristiani.


Ein søga í tí sambandi var, tá Kristian skuldi eftirgera tann opaliserandi glansin á síðuni á litføgru laksastyrjuni. Kristian fór runt Havnina í allar konufolkahandlarnar og royndi øll sløg av neglalakki við perlumóðir glansi. Hann smurdi eitt slag á hvørja negl. Soleiðis meiggjaður út kom Kristian aftur og samanbar fingraneglirnar við laksastyrjuna. Úrslitið sæst í framsýningini saman við øllum hinum fiskunum, hann hevur gjørt.


Aftaná at Kristian kom í starv á Náttúrugripasavninum, kom eitt samstarv í lag við Nordsee Museum í Bremerhaven í Týsklandi, har tann sera dugnaligi konservatorurin Günther Behrmann arbeiddi. Man kom ásamt um, at sendu vit tveir heilar hvalir niður við skipi til Brehmerhaven, fekk savnið tann eina aftur sum beinagrind ókeypis. Ein sera góður sáttmáli fyri bæði søvnini. Kristian skuldi bara seta beinagrindina saman, tá hon kom heim aftur. Beinagrindinar av bæði grindahvali og bóghvítuhvali eru komnar til savnið á hendan hátt, og kom Günther Behrmann sjálvur til Føroya, tá savnið lat hvalaframsýningina upp í Gl. Bókasavnshúsunum á sinni.


Eyðfinnur var útbúgvin til konservator áðrenn skúlin varð settur á stovn í Keypmannahavn. Jóhannis Rasmussen setti saman eina útbúgving, ið lutvíst var her heima og lutvíst uttanlands, millum annað eitt ár hjá Günther Behrmann í Brehmerhaven. Sveinastykkið hjá Eyðfinni er láturkópurin, ið børnini spæla við í framsýningini.


Seinni fóru Kristian og Eyðfinnur í holt við at fáa eina beinagrind av einum nebbafiski til vega. Ein tann seinasti, ið varð veiddur í Føroyum í 1984, var brúktur til endamálið. Her var smíðað eitt kar á hvalastøðini við Áir, ið passaði í longd til undirkjaftin.


Eyðfinnur hevði stóran áhuga í stórhvalaveiðu bæði í Føroyum og restini av Norðurhøvum, og millum annað var hann sendur sum eygleiðari á norskum báti á sildrekaveiðu úr Tromsø og eisini í Baffin Island at seta fylgissveinasendarar á hval. Hvalastøðin við Áir var tann seinasta virkna í Føroyum, og var Eyðfinnur við at taka sýnir av teimum 11 nebbafiskunum, ið vóru drignir upp har í 1980-84. Í 2010 vórðu pengar játtaðir at fyrireika varðveitslu av hvalastøðini við Áir, og her var Eyðfinnur við. Ein filmur varð tikið upp, har Eyðfinnur sigur frá teimum ymsu bygningunum á støðini, og sum tann nágreiniligi maður, Eyðfinnur var, hevur hann fingið sera nógvar staklutir við – ein av teimum mongu varðunum, ið standa eftir Eyðfinn. Her kom eisini tað góða minnið hjá Eyðfinni fram, eitt minni, vit øll nutu gott av. Hvussu ofta hevur tað ikki ljóðað: “Spyr Eyðfinn, hann veit”.


Kristian fór frá vegna aldur í 2001, og hansara starv var spart burtur eftir stuttari tíð. Eyðfinnur var síðani einsamallur um alt viðlíkahald, konservatorarbeiði til framsýningarnar, umframt at hann við lív og sál tók lut í merkingini við fylgissveinasendarum av hvali og kópi, og tá sýnir skuldu takast av hvalum.


Saknurin er stórur og ringt verður at fylla plássið. Æraði vera minnini um Kristian Meitil og Eyðfinn Stefansson.


Starvsfelagarnir á Føroya Náttúrugripasavni