Tign hevur aðalfund

Mikukvøldið 16. oktober kl. 21.00 hevur Tign aðalfund í Norðurlandahúsinum. Á skránni er val av nevnd og góðkenning av viðtøkum.


Aðalfundur


Á stovnandi aðalfundinum hjá Eldramálið, sum nú hevur broytt navn til TIGN, varð avgjørt at hava aðalfund aftur í heyst til val av nevnd og góðkenning av viðtøkum fyri felagið.


Fundurin verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið kl. 21.00. Nýggir limir kunnu tekna seg.


Skrá:


Val av fundarstjóra og skrivara


Frágreiðing frá nevndini


Nevndarval


Grannskoðaraval


Møgulig limagjaldsáseting


Ymiskt


Áðrenn fundin heldur danski fyrilestrarhaldarin og rithøvundurin, Knud Romer, fyrilestur og sýnir dokumentarfilmin ”Et blad falder til Himlen”. 


 Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo