Tíggju nýggir ph.d.-arar í 2017
Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava tíggju føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2017. Tvær av hesum verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum.
Ph.d. lesandi, ph.d.arar og doktarar skrásettir í Heilagrunninum
Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin.
Vit hava eisini ein afturlatnan bólk á Facebook, sum kallast Føroysk ph.d.lesandi, har til ber at kunna og samskifta um viðkomandi viðurskifti, eitt nú stuðulsfreistir, skeið, ráðstevnur, ph.d.verjur og útgávur. Til ber at biðja um limaskap her
Saknast onkur ph.d.lesandi, ph.d.ari ella annar í Heilagrunninum ella í yvirlitinum omanfyri, frætta vit fegin á
gransking@gransking.fo