Hósdagin 3. september varð kunngjørt, at 4. flokkur í Vestmanna skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu í eykaumfarinum 2020. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hvussu kunnu næmingar gera skúlan grønari?”, sum tey sendu inn í juni. Í dag ganga tey í 5. flokki.
Handanin fór fram í Vestmanna skúla. Avtala varð gjørd við læraran og skúlastjóran, at umboð fyri Granskingarráðið skuldu koma á vitjan saman við fólki frá Kringvarpinum. Næmingarnir vistu ikki av hesum frammanundan, so tey vóru rættiliga ovfarin.
Les meira á:
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/4-flokkur-i-vestmanna-vann-eykaumfarid-av-arsins-vitanarfrodu/
Tað er gaman í at nýta tilfarið á gransking.fo, bara keldan verður upplýst.