Altjóða arbeiðaradagin verður skipað fyri café-haldi í hølunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará.
Café´in er almenn, og harvið eru øll hjartaliga vælkomin at luttaka. Byrjað verður stundisliga kl. 20:00.
Ymiskt verður á skránni til gamans og álvara.
Skaldið, Jóanes Nielsen, fer á sín eyðkenda hátt at hugleiða um hendan sermerkta dagin og Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisins, fer at røða um politisku støðuna í landinum við støði í altjóða arbeiðaradegnum.
Gjáarmaðurin Jónsvein Olsen, sum gjørdist landskendur í duettini saman við Birgiri Nónsgjógv, sála, fer at syngja og spæla nakrar sangir, og onkur yrkingin fer helst at vera lisin upp, - umframt at felagssangur verður á skránni.
Orðið verður eisini frítt á café´ini, líkamikið hvønn vegin politisku ørvarnir annars renna.
Møtið fjølment !
Eysturoyar Tjóðveldisfelag