Tíðindaleiðari ella bara drotningin av Saba

Er hon aristokratisk ella kanska kongalig, Liljan Weihe, síðani hon,
sum tann einasti persónurin í føroyska samfelagnum,  skal hava eina serliga viðgerð. Enntá við umsitingarligari
servisering av sama persóni, ið, sum maðkurin, dregur kjarnuna í ósemjuni frá
einari støðu, til ta næstu, uttan at nakar heldur, at hesin kongaligi
leverandørur av ”røttum” avgerðum, hevur ilt í habilitetinum.



 



Greinað og skrivað av Dan
Klein, journalisti:



 



Habiliteturin verður, sum hjá maðkunum frá veruliga lívinum. Hvørjaferð
eitt petti verður ”bitið” av, veksur ”habiliteturin”  bara útaftur, og alt er við ta gamla.



 



Tað, sum eyðkennir arbeiði hjá Mentamálaráðnum í hesum serligu
umstøðum, er, at kærurnar ikki bara verða viðgjørdar eftir fyrisitingarlógini eftir
kanti. Nei, fínt skal tað vera! Tá avgerðirnar verða lisnar, kann man ”droymandi”
hugsavna seg um ensku parykkarnar frá 
1700 talinum, og uppeftir plantasjuvinnuni, har sami persónur dømir í
somu málum, og er dómarin ikki samdur við síni egnu avgerð, ger hann næstu ferð
bara ein úrskur, sum mótsigur fyrra úrskurðinum.



 



Eg havi fyrr viðgjørt hesa óendaligu røð av umsitingarligum viðgerðum í
Mentamálaráðnum, sum  eisini Torkil V.
Rasmussen, løgfrøðingur,  hevur staðið á
odda fyri, og hevur viðgjørt. Hann viðgerð t.d. eisini klaguna, um at geva
uppsøgnini av Liljuni Weihe, uppsetandi virknað.



 



Í málsgongdini um ”uppsetandi virknað” ger Torkil V. Rasmussen, eina
niðurstøðu. Í tekstinum nevnir hann tó eina aðra sak, sum hann seinni skal taka
dagar ímillum. Her skrivar hann inni í sakini um uppsetandi virknað… ” Fyrst av øllum skal sagt verða frá, at
málið er rúgvusmikið, og óvissan um substansin í málinum er stór.
Harnæst eruskuldsetingarnar mótvegis tíðindaleiðaranum sera álvarsamar, tá ið hugsað verður um, at álitið á almenna
stovnin og fjølmiðlafrælsið kunnu koma í vanda”
. Endurgeving liðug.



 



Tá so sakin um uppsøgnina av Liljuni Weihe, seinni kemur á borðið hjá
Torkil V. Rasmussen, hevur løgfrøðingurin ein trupulleika. Hann hevur longu
frammanundan, enntá í aðrari sak, givið til kennar, at hann persónliga
heldur, at ”skuldsetingarnar mótvegis
tíðindaleiðaranum eru sera álvarsamar…”



 



Tá hevur hann givið til kennar eina persónliga forúttikna uppfatan, sum
ger hann inhabilan, og ikki føran fyri at avgreiða kæruna um uppsøgnina. Hann
ger tað kortini.  20. apríl 2018, setir
Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur seg aftur fyri borðendan. Nú skal hann
viðgerða uppsøgnin av tíðindaleiðaranum, í Kringvarp Føroya, Liljan Weihe.



 



Men hvat var tað hann ”persónliga” skrivaði um hetta mál,
áðrenn hann kom til sjálva kjarnuna: Uppsøgnina av Liljuni Weihe: ” ”skuldsetingarnar mótvegis
tíðindaleiðaranum eru sera álvarsamar…”



 



Við hesi persónligu staðfestingini rungandi í høvdinum, fór
løgfrøðingurin í gongd við at viðgerða klaguna, sum samanumtikið gav stjóranum
viðhald í, at tíðindaleiðarin, sum partur av leiðsluni hevði verið illoyalur
mótvegis stjóranum og stovninum, men staðfestir sami løgfrøðingur, sum longu
undan hesi avgerð hevði sagt, at við uppsøgnini í móti Liljuni Weihe, tíðindaleiðara,
var var framt ein sera álvarsom skuldseting. Og tað kann illa vera aðrar
”skuldsetingar” enn   tær, at stjórin hevði staðfest, at Liljan
Weihe, hevði verið illoyal?!



 



Og tað heldur løgfrøðingurin hjá MMR, so eisini!?



 



Er tað ringt at finna eina linju í grundgevingini hjá løgfrøðingunum,
so verður tað eitt sindur meira fløkt, sum málið  víðari verður avgreitt, tí Torkil V.
Rasmussen, fyrisitari, heldur, at sum fyrisitingarmyndugleiki átti Kringvarp
Føroya! Stjórin; heldur brúkt aðrar minni víttfevnandi loysnir enn uppsøgn, og
vísir til vegleiðing hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum um uppsøgn, sum
samsvarar við fyrisitingarliga proportionalitetsprinsippið, áðrenn farið var
undir eina uppsagnartilgongd.



 



Hann vísir á, at eitt slíkt endamál vildi verið rokkið við t.d. einari átalu, ávaring, flyting, innan
setanarøki ella onkrum minni víttfevnandi inntrivum, sum tó altíð skal vera
sakligt og gjørt við virðing fyri galdandi reglum á økinum, sum løgfrøðingurin
orðar seg.



 



Meðan løgfrøðingurin hjá Mentamálaráðnum, grundgevur um sakligheit
mótvegis tíðindaleiðaranum, vísir hann á, at tað ”m.a”  stendur skrivað í ætlanarskrivinum um uppsøgn
í sambandi við hoyring um veruligar (faktuellar) umstøður, ið sambært
kringvarpsstjóranum  er grundað á  illoyalitet: ”-  Hetta gevur eina fatan av, at
har kunnu vera onnur faktuel viðurskifti, ið parturin (tíðindaleiðarin), ikki
er vorðin hoyrdur um”,
staðfestur løgfrøðingurin, Torkil V. Rasmussen..



 



Knappliga heldur løgfrøðingurin, sum longu hevur staðfest, at
skuldsetingarnar í móti tíðindaleiðaranum eru sera álvarsamar, meeennnn, at
Liljan Weihe, hevur verið illoyal, men heldur 
seg samstundis skula og kunna fyrisita eftir, hvussu hann uppfatar eina
støðu, sum ikki beinleiðis er greinað 
uppá skrivt. Torkil V. Rasmussen, loyvir sær sostatt at skilja ”millum
linjurnar”, og tað er óvanligt, men tó ikki einki undirhaldandi.



 



Niðurstøðan verður sostatt, at kærarin fær viðhald í, at uppsøgn av
tíðindaleiðaranum, er alt ov víttfevnt, og málið verður sent aftur til stjóran
fyri at finna eina loysn, ”sum liggur
millum átalu, ávaring, ella flyting, innan setanarøki, ella onkrum minni
víttfevnandi inntrivi”.



 



Tekur Torkil uppá orðið,
men….



Tað gongur ikki lang tíð, so finnur stjórin í KvF, Johny í Grótinum,
eina loysn. Hann velur at taka MMR 
(Torkil V. Rasmussen, løgfrøðing), uppá orðið. Tíðindaleiðarin, Liljan
Weihe, sum staðfest var í seinastu kæruni, hevði verið illoyal, skuldi flytast
í annað starv innan setanarøki.



 



Sjálvt um stjórin tekur MMR uppá orðið, er tíðindaleiðarin ikki nøgdur.
Liljan Weihe, og sakførari hennara halda, at uppskotið er alt ov víttfevnt, og
ógvusligt, tí knappliga er flytingin, sum løgfrøðingurin hjá Mentamálaráðnum
mælti til, at samanbera við eina uppsøgn úr starvinum, sum tíðindaleiðari, tí
teirra uppfatan av flytingini er, at tíðindaleiðarin ikki skal flytast úr tí
starvinum, hon hevði, og sum MMR hóast alt hevur sagt, er ein sjálvsøgd loysn,
heldur enn ein uppsøgn, sum var fyrsta boðið hjá stjóranum!?



 



Tey bæði grundgeva í teimum viðurskiftum, ið gjørdu seg galdandi, tá
lýst var eftir tíðindaleiðara. Tann møguleikin er troyttur, men ikki góðkendur av
MMR. KvF hevur fingið harraboð,  og
ráðgeving frá Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingi í MMR, um, at ein flyting í
samsvar við setanarøki, var upplagdur møguleiki. T.v.s. innanfyri
tíðindatænastuna hjá stovninum.



 



Men, ikki talingur um.



 



Liljan Weihe, skal hava somu treytir, sum tá hon var tíðindaleiðari, at leiða, menna og tryggja, at tíðindini eru
viðkomandi, álítandi, óheft, kritisk og skjót.
Liljan Weihe kravdi eisini,
at tað framhaldandi skuldi vera hennara uppgáva
at tryggja, at journalistikkurin á miðlapallinum í KvF er í støðugari menning.



 



Sostatt uppfataði fyrrverandi tíðindaleiðari, Liljan Weihe, støðuna
soleiðis,  at hevði hon ikki somu heimildir í starvinum, hon skuldi flytast í, so
var hon og advokatur hennara samd um, at hon var uppsøgd úr starvinum, sum
tíðindaleiðari, og skuldi flytast í nýtt starv
.  Tað paradoksala við hesi støðuni er, at
fyrrverandi tíðindaleiðarin, nú grundgevur fyri, at uppsøgnin av henni var
røtt, og at flytingin prógvar bara, at Liljan Weihe, gongur ikki við til nakað
aðra loysn enn, at hon verður hangandi í starvinum við somu heimildum.



 



Hennara tilgongd var og er, alt ella onki! Knappliga er flytingin í 
samsvar við setanarøki, ikki møgulig, tí 
tað ikki var í samsvar við setanartreytur hennara, sum tíðindaleiðari
frá 1. januar 2012, og tí má tilgongdin í annað starv, metast og viðgerast, sum
 uppsøgn, og ikki, sum ein flyting.

Hon góðtekur sostatt als ikki, at vera flutt í annað starv, ”so sum tilráðingin hjá MMR og Torkil V.
Rasmussen, løgfrøðingi, var, og sum stjórin í KvF tók til eftirtektar, og
gjøgnumførdi!?”



 



Parið, fyrrverandi tíðindaleiðari og advokaturin, valdu aftur at kæra
flytingina!



 



”Hvad nu lille du”, sum fólkakæri, Kim Larsen, syngur so rámandi?!



 



Men nú dregur málið út í Mentamálaráðnum, samstundis, sum tíðindini
bórust um, at Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur hjá Ráðnum skuldi í annað
starv. Einglapressan var fleiri ferðir eftir Mentamálaráðnum fyri at frætta,
nær ein niðurstøða fór at koma um kæruna av flytingini í annað starv, men ongin
visti nakað at siga, til knappliga ein dagin, ein av portalunum hevði fingið
fatur í aðalstjóranum, Poul Geert Hansen, ið knappliga visti at siga, at nú fór
ein avgerð skjótt at vera tikin í trætuni millum Liljuna Weihe, tí Torkil V.
Rasmussen, løgfrøðingur, skuldi enn einaferð avgreiða hetta mál.



 



Øll vita, at hesin løgfrøðingurin kann ikki blíva við, at viðgera hetta
mál. Hetta er ikki eitt annað mál ella eitt nýtt mál. Substansurin er tann
sami. Framhald av viðgerðini um uppsøgnin av Liljuni Weihe!



 



Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur hevur jú longu sagt, at ”skuldsetingarnar mótvegis
tíðindaleiðaranum eru sera álvarsamar…” 
Hann hevur eisini sagt, at Liljan Weihe, ”hevur verið illoyal”, og at
”ein loysn kundi verið, sum liggur millum átalu, ávaring, ella flyting, innan
setanarøki
.”



 



Nú kann Torkil V. Rasmussen, ikki aftur spæla umsitingarmynduleiki, í
sama máli, hildu tey flestu, men hetta er Føroyar, og ”denne lov gælder ikke for
Færøerne”,
var eisini skjótt staðfest, tí løgfrøðingurin setti seg
aftur í umsitingarliga stólin. Nú skuldi hann viðgera eina kæru, um eina
flyting, hann sjálvur hevði ávíst, sum ein avgjørdur møguleiki í ósemjuni
millum stjóran í KvF, og fyrrverandi tíðindaleiðaran, Liljuna Weihe.



 



Tað ber ikki til, sambært fyrisitingarlógini, tí maðurin kann ómøguliga
ganga í móti síni egnu tilráðing. Men tað skuldi vísa seg, at tað kundi hann
kortini gott. Vit kenna vanliga hugtakið ”gummiparagraf”, men at vit eisini
høvdu ”gummimannin”, var og er nakað spildur nýtt, men soleiðis sýnist støðan
at vera við hesum løgfrøðingi, sum stendur stendur fast uppá, at fylgja hesum
málinum allan vegin.



 



Man har et standpunkt til man tager et andet, forstås.



 



Mentamálaráðið kallaði Torkil V. Rasmussen, inn, at málsviðgera kæruna
um hansara egnu tilráðing um at flyta fyrrverandi tíðindaleiðaran í annað starv
í samsvar við setanarøki í tíðindatænastuni.



 



Løgfrøðingurin klarar nú at koma við síni egnu niðurstøðu frá 20. apríl
2018, og ikki bara  innleiðir við síni
egnu gomlu heildarmeting sínari, sum nú aftur skuldi vera partur av hansara
”tempulsúlum” í avgerðini, hann tók 14. august 2018!?



 



Tað er, sum um Torkil V. Rasmussen, er endaður úti í Sinaioyðimørkini,
og manglar lívgevandi vatn fyri at stimbra, og styrkja sítt egna ”intelekt”,
men rennir seg bara í síni egnu ”Fata Morgana”, og velur at tøma ”oasuna”, og
svølgja dadlurnar, sum hann tó longu hevði konsumerað einaferð.



 



Heldur seg sostatt  ikki aftur í ,
at brúka gomlu staðfestingarnar hjá sær sjálvum,  men sær heldur ikki í hesi støðuni, at hann
hevur grivið seg sjálvand undir í inhabiliteti, men letur bara sum onki, ella
sum um tað er onkur annar, ið hevur málsviðgjørt fyrru kæruna. Ikki hann!?



 



Hann brúkar orðalag, sum: ”Í
avgerðini hjá MMR frá 20. apríl 2018, stendur m.a.
”, tá hann heldur átti at
skrivað, at ”Í avgerðini frá 20. apríl
2018, avgjørdi Eg  m.a.”
. Tað er í hvussu so er tann rætta
myndin av støðuni.



 



Torkil V. Rasmussen er nú í hvussu so er aftur inni á fyrisitingarliga
proportionalitetsprinsippinum, sum nevnt var í fyrru kæruni, tá ætlanin var at
siga Liljuni Weihe úr starvi. Men tað er so ikki tann leisturin, ið her er
galdandi, men tað er tíðuligt, at løgfrøðingurin er ” hoppaður uppá pinnin” um, at flytingin, sum samsvarar setanarøki,
kortini kann uppfatast, sum uppsøgn, tí tað siga bæði Liljan og advokatur hennara!?



 



Knappliga er løgfrøðingurin hjá MMR á bylgjulongd við kæraran uppá ein
annan máta, og byrjar at grundgeva við sama orðavavstri, sum var galdandi tá
tíðindaleiðarin var sett í starv í 2012, tá heimildirnar hjá Liljuni Weihe,
vóru, ”at leiða, menna og tryggja, at
tíðindini eru viðkomandi, álítandi, óheft, kritisk og skjót”.



 



Men tá fyrrverandi tíðindaleiðarin skal flytast, so sum løgfrøðingurin
fyrr hevur sagt, so kunnu ómøguligt somu heimildir í starvinum, hon verður flutt
til, vera galdandi, sum í starvinum hon verður flutt úr. Tað ber ikki til, men
knappliga er  Torkil V. Rasmussen, komin til
umvendilsi.



 



Nú skal røtt mannagongd nýtast. Liljan Weihe, átti at fingið eitt
ætlanarskriv til uppsøgn úr starvinum, sum ”Leiðari fyri aktuelt”
(tíðindaleiðari), samstundis, sum hon fekk tilboð um eitt nýtt starv. Hetta
hevði havt við sær, at um kærarin ikki tók við nýggja starvinum, var hon  at rokna sum uppsøgd av KvF, sambært galdandi
reglum.



 



Hvat var tað nú Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur, segði í niðurstøðu
sínari um uppsøgnina av Liljuni Weihe:  ”Uppsøgn
av tíðindaleiðaranum, er alt ov víttfevnt, og málið verður sent aftur til
stjóran fyri at finna eina loysn, sum liggur millum átalu, ávaring, ella
flyting, innan setanarøki, ella onkrum minni víttfevnandi inntrivi.”



 



Og nú aftaná at hann hevur fingið tað, hann bað um, nevniliga eina
flyting av Liljuni, sigur Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur knappliga: ” Liljan Weihe, átti at fingið eitt
ætlanarskriv til uppsøgn úr starvinum, sum ”Leiðari fyri aktuelt”
(tíðindaleiðari)
.



 



Søgur um spøkilsir, sum ganga við høvdinum undir arminum eru ikki
ókendar um okkara leiðir,  men tær  eru eisini ringar at prógva. Tað, sum
hinvegin hendir av umsitingarligum ”hokus pokus” í MMR kundi tó verið áhugavert
at granska nærri. Kanska fáa vit eina heimagjørda phd um evni, um ikki alt ov
langa tíð, við avsett í ”Lossingarmonnum”, og 
”Rukkur umborð á skipi”. Bæði vegleiðarar og eftirlit finnast í
Mentamálaráðnum.



 



Tað er so ikki onki til dagdvølju.



 



Soleiðis verða aðalstjórar
fluttir í onnur størv uttan stórvegis hóvasták



Omanfyri hava vit upplivað hvussu ringt tað hevur verið hjá
Mentamálaráðnum at viðgera bæði uppsøgnina av fyrrverandi tíðindaleiðaranum,
Liljuni Weihe, og ikki minst flytingina av sama persóni, sum endaði við einari
rótibutikk í rundkoyring, har inn og útkoyringin eru grivnar burtur. Kanska
verður ein umsitingarligur tunnil neyðugur.



 



Eitt sindur annarleiðis er tað við aðalstjórum, sum av einhvørjari
orsøk ynskja ella verða ynsktir úr sínum størvum. Vanliga gongur ein flyting
hjá einum aðalstjóra, sum fretur eftir gleri. Men felags fyri hesar flytingar
hevur verið, og er, at lønirnar kunnu vera ymiskar við einum spenni úr 36.
lønarflokki, upp í 39. lønarflokk, sambært frágreiðingini hjá
Landsgrannskoðaranum fyri 2012.



 



Men ongin aðalstjóri er fluttur uttan semju millum Fíggjarmálaráðið, og
Tænastumannafelagið, stendur í frágreiðingini, sum staðfestir, at eftirlønin er
tað einasta sum aðalstjórarnir varðveita, tá teir verða fluttir í annað starv.



 



Landsgrannskoðarin hevur spurt løgmann, hvør ásetir lønirnar hjá
fráfarnum aðalstjórum, og eftir hvørjum reglum tær verða ásettar. Til tað segði
løgmaður við Landsgrannskoðaran, at tá ið aðalstjórar eru farnir frá, hava
umstøðurnar verið ymiskar, og í hvørjum føri sær er sertøk avtala gjørd millum
setanarmyndugleikan grundað á støðuna, ið hevur verið.



 



Slíkar avtalur verða gjørdar í samráði við viðkomandi landsstýrismann,
og avtalurnar verða vanliga ikki staðfestar, uttan at tær hava verið umrøddar
ella viðgjørdar saman við lønardeildini:



 



Felags fyri semjurnar, ið eru gjørdar fyri fráfarnar aðalstjórar, er,
at aðalstjórarnir hava varðveitt somu eftirlønarskipan, ið var galdandi, meðan
teir vóru aðalstjórar, greiddi løgmaður landsgrannskoðaranum frá í
frágreiðingini fyri 2012.



 



Tað skal nevnast, at løgtingsgrannskoðararnir ikki hildu tað vera
nøktandi, at lønirnar vóru so ymiskar, og mæltu tí løgmanni til at gera greiðar
reglur á økinum. Í oktober 2013, vísti  løgmaður á, at aðalstjórarnir hava havt ymisk
byrjunarstøði fyri samráðingunum um sinar treytir, og at hjá landinum ræður um
at sleppa so bíliga sum gjørligt, tó uttan at fremja valdsmisnýtslu. Advokatur
ella felag hjá aðalstjóranum eru altíð við, tá ið avtala verður gjørd, verður
statfest í frágreiðingini.



 



Sostatt hava vit eina støðu, har aðalstjórar kunnu flytast uttan
stórvegis broytingar í skiftinum til annað starv, meðan fyriverandi
tíðindaleiðarin í KvF, Liljan Weihe, má ella skal viðgerast sum drotningin av
Saba, ella okkurt har ímillum.



 



Krevur í hvussu so er serliga umsitingarliga viðgerð.