Tíðindafundur um koronu í morgun

Klokkan 09.00 í morgun verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um nýggj tilmæli í sambandi við koronu.

Á tíðindafundinum verða løgmaður, landsstýrismaðurin í heilsumálum, og læknafakligi ráðgevin hjá Heilsumálaráðnum.