Tí tók eg ikki undir við 1. viðgerð

Á býráðsfundinum hóskvøldið atkvøddi eg ímóti fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012. Orsøkin er at enn einaferð er ætlan at spara innan dagstovnaøki, har tað liggur í kortunum, at spara 1,3 millión kr i 2012.


Tvs um ein dagstovnur hevur 70 børn er sparingin 700 kr fyri hvørt barnið er sparingin 49.000 kr fyri árið. Tvs hetta er minni eftir til trivnaðin hjá børnum.


Tað er serliga støðan hja Frítíðarskúlunum í Tórshavnar kommunu, sum ikki tola hesa sparing. Tí hetta verður 3 árið spart verður í 2009, var sparingin 1,5 million og i 2010 var eisini spart 1,5 million.


Sum nu er er Frítíðarskúlin hjá Tórshavnar kommunu meira blivin til " pasning" ístaðin fyri pedagogiskan kvalitet. Annars taki eg fult undir við figgjarlógini fyri komandi ár. Men hetta kann eg ikki góðtaka.


Tí atkvøddi eg ímóti. So nu er min vón at vit finna eina skila loysn áðrenn 2 av fíggjarlógini kemur fyri i næstum.


Levi Mørk, býráðslimur