Tí kom svíðandi stígur í nýskipanina

Økiskvotur, harðar anti-trust reglur, uppboðssøla av rættindum, óhoyrdar ráðharra heimildir og óvissur uttan tal — ein ætlan um fiskivinnu nýskipan hvørs undirtøka í Landsstýrinum alsamt meira framstendur sum ivasom.

Tað nógv umtalaða uppskotið um nýggja lóg fyri vinnuligan fiskiskap — Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, sum tað nú skal eita — er framvegis ikki lagt á tingborð aftan á eina røð av seinkanum, sum kunnu benda á at full innanhýsis semja ikki er í landsstýrissamgonguni um týðandi partar av tí uppskoti sum skuldi leggjast fram áðrenn tingið fór í summarfrí. Herfyri ljóðaði at flokkarnir í samgonguni langt um leingi vóru komnir ásamt um alt innihaldið í lógaruppskotinum; men síðan er tíðin aftur farin at líða og framvegis er eingin tekstur at síggja. 

Uppskotið hevði møguliga havt fyritreytir til at kunnað verðið samtykt við stórum meiriluta, um so var at Landsstýrið hevði havt eydnu við at arbeitt fram eina veruliga semju við vinnuna og ta politisku andstøðuna. Hví tað ikki er eydnast at møta hesari avjóðing kann ein og hvør gera sínar egnu metingar um. Men munagott og álitisfremjandi samskifti við allar týðandi partar er eitt lyklaorð í slíkum høpi, ikki minst tá umhugsað verður hvussu umfatandi og radikal inntriv talan er um í uppskotinum (sambært tað sum higartil er komið fram alment).

Eitt av fleiri dømum um politiskt hættislig punkt í samanhanginum er økiskvotur. Uttan iva er endamálið við hugtakinum gott og heiðurligt, og sum skilst er tankin at fyribyrgja at kvotur verða miðsavnaðar í ov stóran mun. Helst er hugsanin inspirerað av veruligum trupulleikum av hesum slag, eitt nú í ĺslandi men eisini aðrastaðni. 

Exercisa í hvørjum?

Tað sum tó greitt ger hetta til eitt minni mál í Føroyum er okkara geografiska stødd og samanseting, og ikki minst okkara eftir fólkatalinum óvanliga væl útbygdi infrastrukturur: Uttan mun til hvar í landinum eitt arbeiðspláss liggur, so kann eingin hava meira enn tveir tímar til arbeiðis, og tey sum veruliga hava so langan tein til arbeiðis eru fá. Tað er greitt at fólk vilja, í Føroyum so væl sum aðrastaðni, helst ikki hava ov langt til arbeiðis. Men also, viðurskiftini kring avstandir til arbeiðspláss eru øðrvísi hjá okkum samanborið við ĺslandi og onnur lond — hjá okkum er tað sjáldan nøkur verulig vanlukka fyri eitt lokalt samfelag um eitt arbeiðpláss verður flutt; tí her er ongantíð langt frá einum plássi til annað.

Hetta við økiskvotum í Føroyum líkist tí einari herferð ímóti einum tómum spøkilsi av einum trupulleika. Vandin við at fara inn politiskt og lóggeva í slíkum høpi liggur sum vera man í at broytingin kann í sjálvum sær skapa nýggjar, veruligar og óneyðugar tvørleikar.

Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2017/08/ti-kom-sviandi-stigur-i-nyskipanina.html#more