Fyrrapartin hósdagin 15. desember var tann árliga jólaguðstænastan fyri børn undir skúlaaldur, har Hanus á Gørðum, prestur, hevði eina livandi prædiku fyri ungu áhoyrarunum.
Hanus á Gørðum, prestur hevði eitt fínt samspæl við børnini, tá ið hann undir bíbilsøguni hálaði ymiskar lutir úr tí reyðu jólahosuni. Hetta vóru lutir, sum børnini kenna, og sum vit seta í samband við jól.
- Vita tit hvat hetta er? Spurdi Hanus prestur!
- Ein stjørna ...eitt hjarta....ein eingil, róptu børnini í kór.
Og so fortaldi prestur fyri børnunum, hvussu lutirnir eisini verða lýstir við einum kristiligum boðskapi.
Lusia-gonga var við barnagarðsbørnum úr Barnahúsinum Margit, og tað var týðiligt, at tey høvdu vant dúgliga. Tey framførdu og sungu av hjarta.
Undir felagssanginum stemmaðu barnarøddirnar í, og jóla- og sunndagsskúlasangir rungaðu í kirkjuni.
Ein sera dámlig og hátíðarlig løta var at enda komin.