Eftir 18 ár í Danmark, har eg hevði lisið og udirvíst, kom eg heim aftur til Føroyar í 1982.
Stutt eftir heimkomuna tók Aids-umrøðan seg upp. Hítin vísti seg skjótt at vera besta verjan móti hesi drepandi sótt, sum á fyrsta sinni vísti sítt ræðulig andlit. Men tey høgrareligiøsu fóru í herna móti hítunum - sjálvandi sum vanligt í etiskum hamum sum legitimeraði ágangin -. Einans sexfráhald inntil hjúnarbandið var ført fram, hóast øll vita ella átti og eiga at vita, at sex ongantíð generelt einans hevur verið hildið innan fyri hjúnarlagið, og at sjálvur kong Dávid - ættarfaðir Jesusar -, ið hevði uml. 100 konur, stjól sær Batsebu, gjørdi hana upp á vegin, og syrgdi fyri at fáa sín trúfasta vin Urias - mannin hjá Batseba - dripnan.
Hartil kann leggjast afturat, at sakkunnleikin í Danmark greiðir frá, at uml. 5 . hvørt barn í donskum hjúnalagi hevur annan pápa, enn tann, ið er giftur við mammuni. Hetta sigur okkum so mikið, at sjálvt hjúnarlagið ikki altíð er fullur garantur móti Aids. So eisini av nevndu orsøk vísti og vísir tað seg, at hítin er besta verjan.
Stríðið um at níta hít vann av góðum grundum, og mong kunnu sostatt takka Guði fyri lív og heilsu, tí tey vardu seg við hítuni. Og samstundis kunnu vit øll takka fyri at fornuftur og vitan enn einaferð sigraðu.
Og nú eru tað - Guð hjálpi mær - aftur tey ørvísi sexsueltorienteraðu, ið standa fyri skotum. At t.d. samkynd hava funnist til allar tíðir eru søgulig prógv fyri. At tey verða tilsíðissett og gjørd órein eisini hjá okkum kunnu vit fyrst og fremst takka jødunum fyri, tí teir avmarkaðu seg gjøgnum fleiri túsund ár frá øllum grannum, ið høvdu aðrar gudar og ceremoniir o.a. á ein tílíkan hátt, at teir at enda høvdu 600 - 700 boð og forboð, ið eingin kundi finna út av til síðst. Jesu verður spurdur og gevur teimum hægsta boð: Elska Guð og elska næstan. Homosexsualitetur var liður í heidnari ceremoni, og tí var hann fordømdur. Men sum vit kunnu lesa, so sigur Jesus ikki, at vit skulu elska næstan minus tann og/ella tann bólkin og hartil kemur at allur sexsualitetur er- ein guðsgivin gáva - ið, sum allar góðar gávur ,skulu umsitast á rættan og fullgóðan hátt, soleiðis at hon ikki skaðar, men gangnar næstanum sum medmenniskja. Meðan homofobi er ein sjúka, ið kann grøðast eins og allar aðrar fobiir, og meðan tann nógva talan um etik er skinheilag camuflaga til legitimering av kúgan og sjálvshevdan og/ella blásan í lúður fyri einhvørjum eginvinningi -persónligum ella politiskum.
Hitler gav teimum samkyndu eins og jødunum merkir at seta á klæðini og útruddaði so mong, sum hansara fólk kundi fáa hendur á. Hjá okkum verða tey - Guð ske lov -ikki útruddað, men kúgan og chikana heldur áfram, soleiðis at mong hava valt at flýggja av landinum. Seinastu árini hava tó nøkur valt at blíva hjá okkum og at stríðast fyri, at ein, ið frá Skaparans hond er ørvísi enn fjøldin, eisini skal hava krav upp á og rætt til javnrættindir.
Hetta er alla æru vert, og vit onnur mugu hjálpa og stuðla teimum, so gott sum vit kunnu.
Mong verða kúgað: Pensionistar, børn við breki, arbeiðsleys, fátøk bert fyri at nevna nakrar fáar bólkar. Men kúganin av teimum einstøku letur seg bert gera, tá vit standa spjødd. Lat okkum tí standa saman og verja hvønnannan, soleiðis at vit øll - eg sigi øll - í framtíðini kunnu liva í einum landi við javnstøðu og javnrættindum.
Saman standa vit sterk.
Dagfinnur Danbjørg.