Tey drukku politisku kumpasina tóma



Tað er sjálvandi trupult at finna óheftar ummælarar, og tað skilji eg væl tá talan er um at umrøða politiskar boðskapir, segði Lasse Klein, skrivari í Sjálvstýrisflokkinum, aftaná at hava hoyrt ummælið av framløgusendingini hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum hann stutt segði vera bæði ósakliga og óseriøsa. Vit ummæla ummælararnar. 

Dan Klein, journalistur, greinar støðuna hjá greinarum:
Seinast lagt út á netið: 15.06.2015 - 15:15


Lasse Klein vísti serliga á kvinnuliga ummælaran, Laufey Brynhildardóttir Blaasvær, sum sá svart í svart, meðan tað gekk frægari við Sveini Tróndarsyni, sum hann málbar seg.

Lasse Klein, er helst ov sakligur til at nevna orsøkin til lúsingin, men hann skal vita, at Kringvarpið er vitandi um orsøkina, og hana kenna vit onnur eisini.

Maður frú Blaasvær, ummælara og viðmerkjara, Hans Blaasvær, var limur í Sjálvstýrisflokkinum, og stillaði eisini upp fyri flokkin, saman við øðrum, sum ætlaðu at yvirtaka politiska stakkaladýri, sum Helena Dam á Neystabø, yvirtók aftaná væl eydnaða kvettroynd, og tá hon ikki týmdi meira, spýtti hon flokkin útaftur, og kreyp aftur inn í javnaðarholuna, har alt, sum skríður, livir væl.

Men tað miseydnaðist Hans Blaasvær, og hinum kvettmakarunum at gera sama roysni, og endin var, at fleiri tá rýmdu fornermaði úr flokkinum. Eisini Hans hjá Laufey! Og tað var tí ikki annað enn politiskt “pay-back time”, ið Lasse Klein, og øll hini hoyrdu koma úr frú Blaasvær hendan dagin. Eisini politiska ropið, sum tey, ið vóru nærmast, eisini fingu at lukta.

Men hvat kunnu vit siga um Svein Tróndarsson. Jú, hann fór illa við Zakarias Wang, tá hesin skuldi eftirmetast fyri sín leiklut. Lat okkum bara effektivt endurgeva hvat Zakarias Wang, sjálvur sigur um hendan persónin:

Sveinur segði, at tað var fullkomuliga ókeypis fyri meg at siga, at eg ikki skuldi taka við stuðli frá donsku stjórnini. tí tað kundi ikki koma upp á tal, at eg fekk so nógvar atkvøður, at eg kundi fáa nakað yvirhøvur.

Tá Sveinur veit so væl, at hetta var ókeypis fyri meg, so kundi hann hóskiliga kanna keldurnar. Har hevði hann sæð, at um eg hevði tikið við hesum stuðli, hevði myndin verið henda:

1994: 943,00 kr
1995: 5.655,00 kr
1996: 22.054,00 kr
1997: 22.620,00 kr
1998: 23.185,50 kr

Sosatt hevði eg kunna fingið 74.458 krónur í judasarpengum hesi árini, og hevði kunna leskað fleiri fjølmiðlamenn fyri at virka fyri áhugamálunum hjá donsku stjórnini, staðfestir Zakarias, og vísir á, at Sveinur beinleiðis lýgur, og at hetta er prógvað.

Sveinur livir av teimum pengunum, sum flokkarnir fáa í stuðli úr danska ríkiskassanum, og tað sama kann sigast um hin viðmerkjaran, Eirikur Lindenskov, hvørs bløð rættiliga fá lesa, men teir báðir blaðstjórarnir sleppa í Kringvarpið at tosa síni egnu lítlu bløð uppeftir, júst fyri at fáa fatur í politisku blóð- og judas-pengunum úr danska ríkiskassanum. Og besti kundi er Tjóðveldi.

Í dag – mánadag, sat frú Blaasvær, so aftur og gjørdi viðmerkingar til sendingina hjá Sambandsflokkinum, har Kaj Leo Holm Johannesen, og Edmund Joensen, vardu borg. Hesaferð var Eirikur Lindenskov, blaðstjóri, eisini við.

Tað var heilt skemtiligt at hoyra hvussu óheft frú Blaasvær her var, tá hon bleiv spurd, hvat hon helt um sendingina: Tað valdast um hvør tað er, sum hyggur, var hennara svar her, og skeyt seg sjálva í fótin, tá hon ummælti sendingina hjá Sjálvstýrisflokkinum við einari politiskari dagsskrá, sum onki tóktist hava við sjálva sendingina at gera.

Hon kláraði seg so illa ta ferðina, at hetta helst var einasta orsøk fyri, at hon varð biðin aftur í dag.

Knappliga sóu tey ljósið: Sambandsmenninir vóru farnir at brúka eitt nýtt orð. Sambandslógin um heimastýrislógina. Báðir viðmerkjararnir vóru við at detta afturá, men evnaðu ikki at reflektera yvir, at Zakarias Wang, hevði brúkt júst somu vending um Bergenssáttmálan, sum hann gjøgnum alla sína sending kallaði eina sambandslóg, sum danir høvdu gingið undir, men nú valdu ikki at halda.

Men blind høna finnur eisini korn, og Eirikur Lindenskov, kundi ikki lata vera við at geva fólki ta fatan, at hann var ikki so politiskt býttur, sum onkur kundi hildið, og vísti til linkin til Zakarias Wang, sum hevði róst løgmanni fyri at krevja ein samríkja sáttmála, men at hvørki løgmaður ella Edmund, tóku hendan samríkjasáttmála uppá tungu, og vórðu heldur ikki spurdir av Kringvarpinum um hetta.

Haaaloooo. Ongin kann krevja so stórt djúphugsni av Kringvarpinum, og sostatt heldur ikki av Beintu Løwe, sum hevur tveitt “Jacobsen” burtur úr navnabrettinum, Boga Godfred, Brynhild og restin av hasum politiska toyminum.

Kringvarp Føroyar kann eisini fáa part av Judas-pengunum, bara valevnini senda lýsingar eftir teimum. Og valevnini kasta pengar eftir øllum, sum tey ræðast, og sum hava møguleika at steingja tey úti, og tveita lyklarnar burtur.

Og so komu hr og frú klogesen til ta niðurstøðuna, at tað var klutur í sambandsretorikkinum. Edmund vildi inn í ES, meðan Kaj Leo vildi vera uttanfyri, og tað fingu tey drúgva tíð at ganga við, sum kundi mint um samtaluna millum ommuna og Reyðhettu, og tey kunnu so passaliga velja hvør teirra hevði rigga betur, sum úlvur.

Tað kann eisini vera eins feitt, tí úlvurin endaði sínar dagar við at fáa búkin sprettan upp, og fyltan við gróti, og tveittur á bláman.

Og skal eg geva viðmerkjarunum ummæli fyri síni avrik, so má eg siga, at tey fáa seks steinfyltar úlvar á botni, og eina Reyðhettu fyri at hava avdúka stórt evnaloysi og retoriskan- og politiskan býttleika.

Skulu vit hinvegin tosa um fakta, so ber ikki til at koma uttanum, at Javnaðarflokkurin heldur  ikki vil inn í ES, men tað vil umboðið hjá flokkinum í fólkatinginum, sum Óli Kurt so tignaðarliga hevur uppælt, at venda reyv til alt tað ósunna í lívinum, jú heldur ikki lurta eftir. Hann vil, eins og Edmund, inn í ES.

Men nú er Eirikur Lindenskov helst so fyltur við tungum steinum, at hann ikki orkar at ropa nakað uppaftur. Har endar tí alt á botni. 

Men har trívast eisini toskarnir so væl.

Sum Sjúrður Skaale vildi sagt tað: Når enden er god er alting godt!

Men fakta hava hasi í Kringvarpinum neyvan heldur nógvar royndir við. Sum viðmerkjarar hevur Kringvarp Føroya valt fólk, sum kunnu samanberast við tann "klóka", ið føldi trongd at ganga tvørtur um oyðimørkina. Hann hevði nokk av mati, men komin hálva leið, var onki vatn eftir. Hann drakk kumpasina tóma, og helt seg hava funnið eydnuna. Í staðin varð hann funnin, sum vøkur beinagrind 50 ár aftaná.

Ella mundi tað vera postmaðurin í Sørvági, sum var komin til trúgv, og ætlaði sær at ganga út til Mykinesar. Onkustaðnar har vóru retorisku evnini. Lítið eftirfarandi, men nokkso undirhaldandi.

Tey drukku retorisku og politisku kumpasina tóma, og komu ikki afturíaftur.