Tey bíða enn eftir tykkum, Eyðgunn Samuelsen

Javnaðarflokkurin sær út til at hava fingið sær onkran spunasmið, hvørs fremsta uppgáva er at vísa aftur øllum atfinningum, sum verða vendar móti samgonguni. Eitt amboð sum verður nógv brúkt í hesi spunasmiðjuni er, at venda og snara týdninginum av tí, sum tær kritisku røddirnar siga. Hetta má sigast at vera ein løgin og ódámligur framferðarháttur.

Fyrr í hesi vikuni skrivaði eg eitt lesarabræv, har eg vísti á, at talið á teimum sum eru í fátækraváða er vaksið. Hetta er í andsøgn við tað, sum samgonguflokkarnir lovaðu áðrenn valið.

Men hvat ger Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna? Ístaðin fyri at ásanna, at gjørdu tiltøkini tíverri ikki hava loyst trupulleikan, so setir hon spunasmiðin at venda týdningin av tí sum eg skrivaði.

Fyrst verði eg “endurgivin” fyri at siga, at Javnaðarflokkurin hevði lovað at lyfta øll úr fátækraváða longu dagin eftir valið, og lesarin fær sjálvandi at vita, at tað passar ikki - altso eri eg lygnari. Men hvar havi eg sagt nakað um dagin eftir valið? Tað eru næstan trý ár liðin síðani valið, og enn er trupulleikin ikki loystur. Tað er tað, eg havi víst á.

Síðani vísir landsstýriskvinnan á nøkur tøl, sum vísa ein lítlan prosentvísan bata hjá ymiskum bólkum í samfelagnum. Alt gott um tað, men tað broytir ikki tann veruleikan, at talið av fólkum í fátækraváða vaks frá 2013 til 2016, hóast vit í sama tíðarskeiði fingu eitt landsstýri, sum vann valið  við at lova at lyfta fólk út fátækraváða.

Síðani verður endurtikið, at eg havi hartað samgonguna fyri at fátækraváðin ikki er burtur, og seinni verður sagt, at eg rósi samgonguni fyri tiltøkini, sum eru gjørd. Hvørki av hesum er rætt.

Nei eg havi ikki hartað samgonguna fyri at fátækraváðin ikki er 100% burtur, men eg havi víst á, at hóast givin vallyfti, so er talið av fólkum í fátækraváða vaksið. Tað er eitt lyftisbrot.

Tað kann gott vera, at tað ber til at pynta tølini við at umrokna alt til prosent, tí fólkatalið er jú vaksið í sama tíðarskeiði. Hetta svarar til, at onkur dettur á sjógv, og í staðin fyri at bjarga viðkomandi, so verður fegnast um, at fólkatalið veksur, tí so eru færri prosent dottin á sjógv. Tað bjargar ikki tí druknandi.

Fyri tey sum eru í fátækraváða kann tað vera líkamikið, hvussu stórur ella lítil prosentpartur tey eru av samlaða fólkatalinum. Tey fingu eitt lyfti um, at táverandi andstøðuflokkar vildu lyfta tey upp úr fátækraváðanum, og tað lyfti er ikki hildið!

Nú sigur landsstýriskvinnan við Útvarpið, at mátin ið verður nýttur at rokna fátækraváðan er kanska ikki tann rætti. Men hví segði eingin tað áðrenn valið? Tá løgdu andstøða og fjølmiðlar harðliga eftir samgonguni, tí talið var so stórt.

So tá Eyðgunn og spunasmiður hennara spæla við orðunum um at “nøkur bara bíða”, so burdi tað staðið toluliga greitt fyri øllum, at tað er samgonguni bíða verður eftir.

Helgi Abrahamsen