Tesla Motors, við sæti í Kalifornia, hevur longu bíleggingar upp á 6.000 bilar av modellinum "S", ein fýrahurðar elrikin bilur.
Panasonic og Tesla fóru longu at samstarva í 2009. Árið eftir gjørdi Panasonic íløgur upp á umleið 200 miljónir krónur í Tesla til tess at økja um áhugan fyri elriknum bilum.
Tesla og Panasonic hava í felag ment litiumjonbattarí við nikkulgrundaðum katodum, sum skulu vera serliga væl egnað til nýtslu í elbilum, skrivar Ny Teknik.
Ber av øllum
Stovnarin av Tesla, Elon Musk, sigur í einum tíðindaskrivi, at hann er sera væl nøgdur við Panasonic sum partnara og at kunna brúka framkomnu tøknina hjá japonsku fyritøkuni í arbeiðnum at gera komandi Modell S til ein bil, ið "ber av øllum".
Panasonic er eisini veitari av battaríum til hybridbilarnar hjá Toyota. Tesla hevur samstarvsavtalu við bæði Toyota og Daimler. Eisini Daimler hevur keypt seg inn í Tesla.
Kelda: www.sev.fo