Terrorpakkin skrædnaði: ”Bumbumaðurin” leyslatin

Perla: Tað er tíðuligt, at ríkisløgreglan hevur tikið fútan av ræði. Mikudagin varð Jóannes í Dali, leyslatin frá Venstre Fængsel, tí fútin hevði onki grundarlag fyri at halda manninum varðhaldsfongslaðan. Seinast ákæruvaldið í Føroyum bað um, og fekk varðhaldsfongslingina longda, var týsdagin 23. August 2011. Avdúkað í Oyggjatíðindum 16. september 2011.


Tá kom løgreglan oman úr Mjørkadali, við Jóannes í Dali. Ta ferðina skuldi “bumbumaðurin” hava forlongt varðhaldsfongslingina í fýra vikur aftrat, men tað vildi Føroya rættur tó ikki uttan víðari. Jóannes í Dali fekk longt varðhaldsfongslingina, men rætturin vildi ikki longur forða manninum í at fáa vitjan ella geva honum forboð at samskifta skrivligt.


Oyggjatíðindi skrivaði 26. august 2011:


Men ákæruvaldið vildi framvegis hava mannin avbyrgdan, so samstundis, sum ákæruvaldið hevur kært avgerðina um størri frælsi, bleiv maðurin í hevnusøku fluttur av landinum mikumorgunin, 24. August 2011, klokkan 07:00.


Hann skkuldi sita í Vestre Fængsel.


Jóannes í Dali, varð varðhaldsfongslaður fyri dupult afturlætnum hurðum. Tað merkir, at málið skuldi metast at vera sera álvarsamt, sambært ákæranum, Linde Hasselberg, sum bygdi longdu varðhaldsfongslingina uppá, at Jóannes í Dali, var potentiellur bumbumaður.


Men blaðið kunndi hinvegin avdúka, at løgreglan hevði funnið Citrón-saft í kuldaskábinum hjá Jóannes í Dali, sum sjálvur vísti løgregluni á, at hann eisini átti aluminiums- og jarn-pulvur, ið, sum skilst, gongur undir navninum, Hexamine. Hetta kann hitast upp, og t.d. brúkast til at sveisa- ella at lodda við.


Ákæruvaldið helt hinvegin, at citrón og Hexamine, skuldi brúkast til at framleiða eina bumbu, tí hesi evnini kundu brúkast til at framleiða HMTD, sum er vandamikið spreingievni.


Trupulleikin er, at hesi evnir, sum løggan legði so stóran dent á, ikki eru ólóglig, at útvega sær, men kunnu eisini brúkast til eina vandamikla blanding um umstøðurnar og fakligi førleikin, eru tær røttu, og øll evnir eru til taks. Men støðan hjá løgguni er at samanbera við, at ”bumbumaðurin” hevur sukur og vatn, men manglar pressigerð, og tí ber ikki til at bryggja sterkt, sum eisini er ólógligt.


Linda Hasselberg, ákæri, hevur ikki spart uppá grova retorikkin. Hon hevur samanborið støðuna hjá Jóannes í Dali, við hana hjá 25 ára gamla Lors Doukaev, sum hevði eitt bein, og kom úr Tjetjenien. Í Danmark varð maðurin av tilvild avdúkaður, sum terroristur, tá ein bumba brast í úrtíð.


Tá varðhaldsfongslingin ikki longur helt, varð terroristurin, Lors Doukaev, brúktur at grundgeva við, at Jóannes í Dali, er til vanda fyri onnur, og tí má haldast inni fyri einhvønn prís, tó at annars onki hongur saman í skuldetingini í móti Dala´manninum.


Men ákæruvaldið er ikki sett í verðina at gita, men at vita, og mest av øllum, at føra prógv. Men heldur ikki hetta klárar ákæruvaldið, sum heldur ikki kemur víðari enn, at ein knívur í skuffuni eisini saktans kann verða brúktur til okkurt ólógligt um viljin er til tað.


Jóannes í Dali er sjálvur ikki í iva um hví løgreglan ger hetta. Tað er fyri at leggja hald á tilfar, sum hann hevur í móti løgregluni, ið hann fleiri ferðir hevur meldað fyri lógarbrot, og væntandi eftirkanningar av álvarsligum málum.


Men fyri at búra fólk inni, og at reisa ákæru krevst, at prógv koma á borðið. Ákæruvaldið hevur onki slíkt prógv, og tí skrædnaði terrorpakkin í móti Jóannes í Dali, og nú var ikki longur grundarlag fyri at longja varðhaldsfongslingina, tí Linde Hasselberg, ákæri, stendur einsamøll um at gita og ikki at vita.


Ein av grundgevingunum hjá ákæruvaldinum, at hildið Jóannes í Dali, varðhaldsfongslaðan hevur verið, at hann so ikki kundi ávirka leverandørarnar av nøkrum byrsum, sum hann hevði keypt, tó at prógv eisini vóru fyri, at løgreglan hevði givið loyvi til innflutning av í hvussu so er einari av byrsunum.


Ákæruvaldið hevur tó ein trupulleika við hesi grundgeving, at Jóannes í Dali, hevur játtað, at hann hevur keypt byrsurnar, og sostatt ikki hevur brúk fyri at ávirka nakran. Tó gav landsrætturin ákæruvaldinum ein kjans at tosað við leverandørarnar, og so hava Dali´mannin búraðan inni á tí grundarlagnum, men eisini hetta fall til jørðina.


Fyri ákæruvaldið var tað sera prinsipielt, at løggan hevði funnið battaríir, sum vóru bundin saman. Hetta var gjørt, go var grundgevingin fyri at byggja eina bumbu, og at løgreglan í veruleikanum hevði forðað fyri einum ræðuleika. Sannleikan er hinvegin tann, at battaríini til eina bumbu skuldu hava eina styrki uppá 24 wolt, meðan tey battaríini, sum løggan fann, ikki góvu meira enn 0,7 wolt, og so var herligheitin bundin saman soleiðis, at tað ikki kundi brúkast til eina bumbu, og at tað heldur ikki var ætlanin.


Og so var onki at gera. Danska løgreglan mátti taka ákæruvaldið í Føroyum av ræði, og sleppa Jóannes leysum úr Venstre Fængsel. Tað hendi mikudagin.


Terror-pakkin hjá ákæruvaldinum í móti Jóannes í Dali, skrædnaði.


“Bumbumaðurin” bleiv leyslatin mikudagin.