Teljing av grágás

Komandi vikuskifti, 24.-25. november, verður ein grágásateljing gjørd í Bretlandi og Íslandi. Henda teljing verður eisini gjørd í Føroyum. Endamálið er at fáa greiðu á samlaða grágásastovninum, og tí er neyðugt at talt verður samstundis í ymsu londunum.


 


Um so er, at onkur veit um øki, har grágás heldur til, og hevur hug at taka lut í hesi teljing, er viðkomandi hjartaliga vælkomin at skriva ella ringja til mín á:
johannisdanielsen@gmail.com
ella 254673.


 


Sí vegleiðing her ella ring um nærri kunning.


 


Stóra takk fyri hjálpina!


Havstovan