Hvat er tað, sum ikki má avdúkast?!
Tað, sum er so óvanligt fyri Pidda-gøluna er, at fleiri enn bara teir partarnir, sum beinleiðis hava verið við til at felt Milan Kolovrat, hava víst stóran áhuga í, at sannleikin skal ikki koma fram í hesum málinum.
Oyggjatíðindi hevur fyrr avdúkað, at Psykiatriski Depilin, hevur gjørt eina mentalkanning av kroatanum. Hóast slík kanning bert skal lýsa hvørt ein persónur er egnaður at fara í fongsul ella ikki, so fór hendan føroyska kanningin nógv longri.
Hendan mentalkanningin vísti, at Milan Kolovrat, hevði ringt við at halda seg til sannleikan, men at annars var egnaður til eina fongsulsrevsing.
Tað, sum vit nú aftaná kunnu undrast yvir er, at Høgni Djurhuus, journalistur hjá útvarpinum, fær tað burturúr rættarsakini, at mentalkanningin á Landssjúkrahúsinum vísir, at kroatin er egnaður til fongsul, og so leggur hann aftrat, at kanningin hjá Retslægerådet stiðar hesi niðurstøðuni.
Tað var løgið, tí frágreiðingin hjá Retslægerådet, var hildin loynilig í rættinum og fyri nevningunum, sum heldur ikki sluppu at síggja ella at hoyra hvat Rættarlæknaráðið í Danmark helt um Milan Kolovrat.** Í dag vita vit, at Retslægerådet avgjørt ikki viðmælti, at kroatin bleiv fongslaður, men at hann – um hann bleiv dømdur, átti at fáa ein viðgerðardóm…. Meira í blaðnum…
----
Lesið eisini hesa og aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi.
Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...