Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett fyrispurning
um teldutøka savnið hjá Beta files, settur landsstýrismanninum
í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1.
Er nøkur gransking byrjað?
2.
Hvørji stig hevur landstýrismaðurin tikið til tess at
kunna um og seta gongd á granskingina og harvið fremja Løgtingsins vilja at
byrja fiskivinnugransking í teldutøka tilfarinum hjá Beta files?
Viðmerkingar:
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2018 er ein millión kr. sett
av á konto 7.23.6.25 undir yvirskriftini
Fiskivinnusavnið Beta (Stuðulsjáttan).
Endamálið við játtanini er at stuðla gransking í tilfari
frá partafelagnum Beta um felagsins virksemi, sum er savnað og skrásett frá
1977 til 2006.
Neyvan nakrantíð hevur slíkur granskingarmøguleiki staðið
føroyingum í boði, har øll kunning fæst um raksturin hjá einum felag, ið fevndi
um raksturin av 8 partrolarum í 3 áratíggju. Her er kunning
um m.a. øll troløki, tov, troltímar, veiðu í hálunum o.s.fr.
Henda
vitan og tað arbeiði, ið higartil er lagt úr hondum, kann neyvan metast í
virði. At talan er um sera viðkomandi granskingartilfar, hava navnframir menn
her á landi og uttan úr heimi váttað.
Eysturoyggin
er sum kunnugt lokomotivið í føroyskari fiskivinnu, so tað skuldi verið
sjálvsagt, at fiskivinnugransking hevur góðar karmar í nærumhvørvinum.
Fyrispurningurin
verður settur landstýrismanninum fyri at fáa eina
kunning, nú 9 mánaðir er farnir av árinum.
Á
Løgtingi, 28. september 2018
Kári P. Højgaard