TEEN-STREET UNGDÓMUR - komin heimaftur

Í døgunum 28. Juli til 03 august vóru 3.800 ungdómar savnaðir á Teen-Street summarlegu í Norður Týska býnum Oldenburg. 

Tíðindatænastan 
v/Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@gmail.com

Av hesum 3.800 vóru tað 260 føroyskir tannáringar og 134 hjálparfólk. 394 føroyingar í alt vóru á Teen-Street legu í ár. Kristiliga Tíðindatænastan hevur skilt, at hesir 8 dagarnir á Teen-Street gingu óføra væl, men alt ov skjótt. Á føroysku heimasíðuni hjá Teen-Street, sum varð dagførd hvønn dag, stóð at lesa, tá legan var komin til endan: “Hetta hevur verið ein sera góð lega, har alt hevur gingið upp á stás á allan hátt. Nógv gott er framborið og nógv vinarbond eru knýtt!”  sitat liðugt.

Høvuðsevni á leguni í ár var Gud-Skaparin og skapanarsøgan. Dentur var lagdur á, at Gud skapti mannalívið, tí hann ynskti at menniskja skuldi liva lívið í samfelag við Hann.  

VITJAÐU FLÓTTALEGU
Tey ungu vóru eisini uppmuntraði at vitja flóttarlegur, sum lógu í nærumhvørvinum. Tey vitjaðu flóttafamiljur, har tey gjørdu sær ómak at geva familjunum kvalitetstíð við vanligum práti, og at spæla við børnini. 

LOVSANGUR Á 14 TUNGUMÁLUM
Á seinasta kvøldinum á leguni var ein farvælløta, har ein lovsangur varð framborin á øllum 14 tungumálunum umboðaði á leguni. Eitt umboð fyri hvørt landi sang upp á skift eina strofu á sínum egna máli, og føroyska umboði var sangfuglurin  úr Nebo á Toftum, Dania Tausen. Ein kann fara inn á heimasíðuna OM.FO/TEENSTREET og hoyra framførsluna.   

TRYGDIN
Tey vóru mong heima, sum hugsaðu um trygdina hjá hesum túsundtalsstóra kristna ungdómsflokki, sum var savnaður á einum stað, samstundis sum Europa, og ikki minst Týskland, verður herja av religiónsfanatiskari sjálvmorðsterrorismu. Men so mikið meiri hevur tað verið biðið fyri teimum runt um í samkomum og heima privat.  

Teen-Street ungdómurin kom heimaftur í øllum góðum, mikudagin 03. august, við tveimum leigaðum flogførum hja Atlants flogi beinleiðis úr Týsklandi í Vágarnar. So er eftir at ynskja, at andaliga góðsi tey hava fingið á Teen-Street kann síggjast aftur í næstu viku, tá tey byrja í skúlanum eftir summarfrítíðina.

TEEN-STREET 2017
Um Gud vil verður Teen-Street 2017 í Offenburg í Suður Týsklandi í døgunum 27. juli til 02 august. Tá eru 25 ár liðin síðani fyrstu fyrireikingarnar til fyrstu Teen-Street leguna, sum varð hildin í Offenburg við luttøku av 56 tannáringum.