Tann triði persónurin

Vit vita hvør koyrdi Modea-bilin. Vit vita eisini hvør fór av í Søldarfirði.


Og so tað altavgerandi: Hvør var tann triði maðurin, sum fór av í Norðoyatunnlinum. Hann er jokarin. Vit vita at videoupptøkurnar í tunnlinum eru fyribeindar. Vit vita eisini, at hann varð settur av beint áðrenn tunmnilsmunnan í Klaksvík, sum er vanligur trafikkur fyri at sleppa undan at gjalda tunnilsgjald, men ongin sleppur undan mastrakanningum, heldur ikki:


Tann triði persónurin.


----


Piddi hevur samband við Clairvoyantar


Vit skulu ikki dvølja leingi við hvat Clairvoyantarnir eru komnir til, men taka okkurt hissini fram . T.d., at Piddi sigur seg vera ballaðan inn í nakað, sum kann vera av einum setri til bil, og lagdur í eitt neyst á havnalagnum í Runavík. Inni í neystinum var ruddiligt, men hugnaligt, og har luktaði av tjøru.


----


Frágreiðingin varð krógvað


Hóast Milan Kolovrat, varð dømdur 14 ára fongsul, er als ikki víst, at hann , sambært Rættarlæknaráðnum, er egnaður at sita í fongsli. Men hetta skjal fingu nevningarnir ongantíð at síggja ella hoyra um í rættinum, eins og onnur skjøl, hóast tey vóru nevnd í rættinum, heldur ikki vóru løgd fyri nevningarnar. Sostatt er greitt, at tað skal síggja út sum um dómurin er dømdur við grundarlagi í niðurstøðuni hjá Rættarlæknaráðnum, men sum tó ongin nevningur hevði fuingið loyvi at síggja.


Skuldarspurningurin í hesum málinum skal roynast í Hægstarætti, hóast nógv er gjørt burturúr, at greiða frá, at tað ikki ber til.


----


Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.


Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……


oyggjat@olivant.fo


------


PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi.


Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við ...