Tann óhoyrdi ágangurin

ÍSF hevur gjørt ein faldara um kynsligan ágang í ítróttarfeløgum. 

Kynsligur ágangur í føroysku ítróttafeløgunum er kanska ikki hugaliga evni at viðgera. Tað er tó ein sannroynd, at slíkur ágangur móti børnum og ungum kann koma fyri í øllum feløgum. Hóast vit sum ítróttaleiðarar hava ilt við at trúgva, at slíkt hendir í okkara egna felagi, so mugu vit vera opin fyri, at kynsligur ágangur tíverri kann koma fyri í øllum feløgum og at tað tí er partur av okkara ábyrgd at verja børn og ung móti slíkum ágangi. 

Ítróttasamband Føroya hevur tí í samstarvi við Danmarks Idrætsforbund tilevnað hendan bóklingin fyri at 
feløg skulu vera ansin og geva gætur at kynsligur ágangur kann koma fyri
eggja feløgum at tosa um, hvussu vit kunnu fyribyrgja kynsligum ágangi
fortelja venjarum, leiðbeinarum og leiðarum hvat kann verða gjørt, um illgruni er um kynsligan ágang
upplýsa um hvørjar lógarreglur eru galdandi viðvíkjandi kynsligum sambandi við børn og ung

Faldarin sæst her: https://isf.fo/wp-content/uploads/2017/10/2017-10-24-%C3%8DSF-%C3%93hoyrdi-%C3%A1gangurin-web.pdf

Hava tit annars spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til Jarvin Feilberg Hansen, tel.nr. 280706, teldupost: jfh@isf.fo