Hevur tú hugskot í sambandi við
umhvørvi, býarskipan, vælferð, útbúgving, mentan ella aðra tænastu, kommunan
veitir? So er tiltakið ‘Talgilda tín bý’ sum verður í Kongshøll 21. til 22. september
nakað fyri teg.
Sum nakað
nýtt skipa KT deildin og Hugskotið í Tórshavnar kommu, í samstarvi við
Fróðskaparsetur Føroya, fyri einum slóðbrótandi tiltaki, ið skal lyfta
kommununa inn í framtíðina.
Endamálið er
at virka fyri, at Tórshavnar kommuna gerst meiri nýskapandi við fleiri
snildloysnum til tænastur, sum kommunan veitir.
‘Talgilda
tín bý’ er eitt tiltak fyri allar borgarar, sum brenna fyri at gera ein góðan
bý enn betri. Tiltakið er skipað sum ein hugskotsverkstova og eitt hackathon fyri
luttakarum í øllum aldri við fjølbroyttari bakgrund. Í øðrum londum eru slík
tiltøk kend sum "Smart City Hack".
Endamálið er
at arbeiða við nýhugsandi tøkniligum loysnum til tænastur, sum kommunan veitir,
t.d. vælferð, útbúgving, mentan, frítíð, ferðslu og býarskipan, undir leiðslu
av royndum mentorum.
Tórshavnar
kommuna ynskir at vera ein virkin viðleikari, tá talan er um at menna KT
vinnuna og nýskapanarumhvørvið í landinum. Hetta tiltakið gagnar samstundis býi
og borgarum.
Tiltakið
verður 21. til 22. september í nýggju Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru
Bryggju. Øll, sum hava hug, kunnu vera við og kunnu arbeiða saman við øðrum,
sum antin hava nýggj óroynd hugskot, ella hugskot, sum eru komin nakað áleiðis.
Tiltakið
endar við at luttakararnir leggja sínar loysnir fram fyri eini dómsnevnd, sum
velur bestu loysnina. Vinnandi toymið fær 50.000,- kr í virðisløn.