Talentini eiga vit, men hvør vísir vegin?

- onkur hevur ført fram, at X-Factor ikki kann verða ein lopfjøl til tað stóra – har, eri eg púrt ósamdur!


Eg ætlaði ikki at leggja út við nøkrum, men, nú tað er komið fram, at tað ikki kann roknast við nøkrum, fyri tey, sum vilja royna seg í donsku tónleikakappingini, kann eg ikki lata vera við at blanda meg.


Tað er yvirhøvur ongin meining í, at koma við slíkum og haldi, at tað eigur ikki at finna stað, at onkur einstaklingur bara soleiðis fær rúmd í einum miðli og kann gera slíka niðurstøðu – hvat skal slíkt og hvat kunnu hesir spírarnir brúka hetta til?


Er tað ikki betri at lyfta tey upp, uttan at hetta endiliga skal geva falskar vónir, tí, fyri hesi, er hetta kanska tann størsta vónin um at nýta síni evni til at vísa, at tey hava eitt ella annað, sum kann føra tey og teirra dreym út í ein møguligan veruleika. Onkrir av fyrrverandi luttakarunum hava ikki klárað seg so illa, ella?


Tað er ómetaliga lætt at finnast at, men ofta er trupulleikan at koma við tí uppbyggjandi og positiva.


Veit ikki rættiliga hví, men er hetta neyvan borið av tí konstruktiva og framhyggjandi, sum kann fáa okkara tónleika- og mentanarlív at nørast.


Ynski tykkum alt tað besta – “you make me proud” – at eg kann kalla meg ein “tórshavnara” og føroying


Vinarliga


Fríðálvur Jensen