Takkarheilsan frá skiparanum á Rzeszowiak

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fekk í morgun pakkapost úr Pólandi. Talan var um eina minnisgávu frá manningini á seglbátinum Rzeszowiak, sum fyrr í ár varð bjargað av føroysku sjóverjuni.


Talan er um eina bókagávu, sum manningin hevur sent saman við einum brævi. Skiparin, Jan Malczewski, skrivar soleiðis:


"Eg vil hervið vegna manningina á Rzeszowiak takka tær og øllum føroyingum fyri alt, tit gjørdu fyri okkum eftir okkara harmiligu vanlukku.


Vit virðismeta tykkara stóra blíðskap og mátan, tit tóku tykkum av okkum gjøgnum alt okkara uppihald í Tórshavn. Tykkara hjálp var dýrabær gjøgnum hetta tíðarskeið.


Tí vil eg heita á teg at taka ímóti hesi lítlu gávu frá Pólandi, okkara býi Rzeszów og landsparti okkara Podkarpacie, sum eitt minni um okkara takksemi."