Valúrslitið boðar frá einari týðiligari politiskari vend. Flokkar, ið taka undir við Ríkisfelagsskapinum, manna nú føroysku sessirnar í Fólkatinginum. Veljararnir hava sostatt valt samstarv og úrslit fram um konfrontatión á Christiansborg
Upp móti triði hvør veljari valdi Sambandsflokkin á fólkatingsvalinum 2011. Hetta er hollasti stuðul, ið nakar politiskur flokkur hevur fingið her heima í mong ár.
Øllum tykkum mongu, ið valdu flokkin, takki eg hjartaliga. Ein serlig og innilig tøkk til tykkara, ið valdu at stuðla mær persónliga. Tað er við eyðmýkt, at eg fari at gera mítt besta fyri at liva upp til tykkara álit.
Valúrslitið boðar frá einari týðiligari politiskari vend. Flokkar, ið taka undir við Ríkisfelagsskapinum, manna nú føroysku sessirnar í Fólkatinginum. Veljararnir hava sostatt valt samstarv og úrslit fram um konfrontatión á Christiansborg.
Sambandsflokkurin fór til val uppá at varðveita búskaparligan stabilitet og vælferð í Føroyum, og harumframt at útbyggja fyrimunirnar í Ríkisfelagsskapinum. Hetta er setningurin, ið arbeitt verður eftir komandi valskeiðið.
Takk enn eina ferð!
Blíðar heilsanir
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin