Takk fyri herðaklappið

VANGAMYND: Jón B. Niclassen, sum starvast á Umhvørvisstovuni, var fyrr í ár kosin ársins álitisfólk í sáttmálaøkinum hjá Starvsmannafelagnum. Hann gjørdist øgiliga bilsin, tá hann fekk heiðurin, sum hann eyðmjúkur tekur ímóti. – Tað er stuttligt, tá onnur virðismeta arbeiðið, ein ger
 
Sveinur Tróndarson, journalistur
 
- Tað kom óvart á, at heiðurin fall mær í lut. Tað hevði eg ikki væntað.
 
Tað sigur Jón Bergstrøm Niclassen, tá vit hittast á skrivstovu hansara á Umhvørvisstovuni á Argjum.
 
Vit sita tveireinir inni á skrivstovu hansara, hann aftanfyri telduskermarnar báðar, eg hinumegin borðið.
 
Útsýnið av skrivstovuni kann hann ikki klaga um, tí har er frítt fyri. Nólsoyarfjørður liggur opin fyri honum og hann sær alt tað, sum gongur fyri seg innanfyri Molan.

Eyðmjúkur um herðaklappi
Jón er lítillátin, tá vit fara at leita eftir orsøkini til, at hann í ár varð kosin ársins álitisfólk, fer ikki upp at flákra í heila tikið. Ikki tí, tað sær ikki út til at liggja til hann.
 
- Eg royni bara at gera mítt arbeiði. At vera forút heldur enn at koma aftaná, tá trupulleikarnir eru íkomnir, greiðir hann frá.
 
Og so liggur tað honum nógv á hjarta at vera objektivur.
 
- Tað hevur stóran týdning fyri meg at vera so objektivur sum tilber, sigur hann.
 
Sum álitisfólk skal hann millum annað vera við, tá fólk skulu setast í starv og tá fólk skulu sigast úr starvi. Og so skal hann eisini vera við, tá broytingar skulu gerast á stovninum.
 
Hesi seinastu árini hevur verið ógvuliga friðarligt um Umhvørvisstovuna, og tí hevur álitismaðurin ikki havt so nógv at gera í so máta. Kortini er ávíst fundarvirksemi, bæði í samstarvsbólkinum, har tey fimm álitis- og varaálitisfólkini, stjórin og eitt umboð fyri leiðsluna hittast regluliga. Og júst hesin fundurin er við til at gera arbeiði sum álitismaður rímiliga lætt, heldur Jón B. Niclassen.
 
- Vit hava eitt gott samstarv her á stovninum. Á hesum fundinum tosa vit um tey mál, sum vit skulu hava fram, og tí hevur tað verið lutfalsliga lætt at vera álitisfólk, sigur hann.
Og so er tað ein fyrimunur, sum hann heldur vera verdur at nevna.
 
- Er nakað á skránni, sum eg má tosa við leiðsluna um, ja, so er hurðin altíð opin. Tað ger samstarvið nógv lættari, leggur Jón B. Niclassen afturat.
 
Sjálvur leggur hann stóran dent á, at hava tað júst uppá sama máta, at fólk altíð kunnu koma til hann, um tey hava nakað uppá hjartað.
 
Tað er ikki fyrstu ferð, at álitisfólkið á Umhvørvisstovuni verður kosið ársins álitisfólk. Í 2010 fekk Óli Johansen heiðurin, tá var Jón B. Niclassen varaálitisfólk. Men í 2012 tók hann uppgávuna sum álitisfólk á seg, og har hevur hann sitið síðani. Hvussu leingi hann verður sitandi veit hann ikki, men tað er ikki óhugsandi, at hann fer at loyva onkrum øðrum framat skjótt.
 
- Nú havi eg sitið í seks ár, sigur Jón B. Niclassen.
 
Broyttur stovnur
Jón B. Niclassen var fyrstu ferð á Matrikulstovuni í 1972.
 
Hann skuldi í praktikk og tað gekk so væl, at hann valdi at fara aftur, eftir at hann hevði tikið HF. Og í 1979 byrjaði hann at læra á stovninum.
 
Tá var Matrikulstovan munandi øðrvísi enn hon er í dag. Uppgávurnar skuldu avgreiðast manuelt og tað sigur seg sjálvt, at tað hevur verið nógv øðrvísi enn í dag.
 
Eisini hvat fólki viðvíkur, var stórur munur. Í 1989 vóru 40 fólk í starvi á Matrikulstovuni og í 1997 vóru tey 20. Í dag eru tey bara 10, sum bara arbeiða við matrikulering.
 
- Stovnurin tá kann ikki heilt samanberast við í dag, tí nú gera vit so øgiliga nógv annað, men um vit telja saman, so gera 10 fólk í dag tað arbeiði, sum 24 fólk gjørdu fyrr. So tað er nógv broytt, sigur Jón B. Niclassen.
 
At tað er lættari at arbeiða, sigur seg næstan sjálvt, tí nú er alt teldutøkt. Men enn sum áður mugu tey hyggja í tað gamla tilfarið.
 
- Vit kunnu ikki sleppa øllum, og tí hava vit gomlu uppmátingarnar liggjandi framvegis, sigur hann.
 
Glaður fyri Formel 1
Hann er ein øgiliga fyrikomandi maður, álitismaðurin hjá Starvsmannafelagnum á Umhvørvisstovuni.
 
Sum flest øll onnur hevur hann havt frítíðarítriv, badminton, hondbóltur, golf og rasarakoyring hava staðið fyri tí partinum. Hondbólt og golf spældi hann sjálvur, rasarakoyringina letur hann aðrar um.
 
- Eg spældi hondbólt við Neistanum og H71, tá Henrik Gerster í síni tíð kom til Føroya, og tað var ein øgiliga spennandi tíð, sigur hann.
 
Seinni fór hann at spæla golf, og tað dámdi honum øgiliga væl.
 
Og so er tað formel 1, sum upptekur hann. Tað sæst á vegginum aftanfyri hann, har ein kalendari hongur. Ella tveir, fyri at tað skal vera rætt.
 
- Mær dámar væl at hyggja eftir skjótu bilunum, og eg fylgi við hvussu tað gongur hjá Kevin Magnussen, sum koyrir fyri Haas-liðið, sigur hann.
 
Løtan við ársins álitisfólki 2017 er liðug, og vit takka fyri okkum.
 

FAKTA:
Tað vóru starvsfelagarnir hjá Jón B. Niclassen, sum innstillaðu hann til heiðurin. Í grundgevingini fyri at velja hann stendur:
 
Jón hevur í virki sínum sum álitisfólk, samvitskufult og ábyrgarfult røkt starvið og talað søk starvsfólkanna. Hann hevur gjøgnum yrki sítt stríðst fyri rættindum hjá starvsfeløgum sínum, samstundis sum hann hevur vakt ans, áhuga og virðing fyri álitisfólkaskipanini.