Tak mynd av yvirskegginum og stuðla Krabbameinsfelagnum

Mikudagin 30. movember verður heitt á øll við yvirskeggi, at lata tað avmyndað. Hesi yvirskegg verða givin út í bók 9. desember og øll inntøkan fer óskerd til Krabbameinsfelagið.


Movember, mánaðin, ið eisini verður kallaður november, líður nú móti endanum. Mong eru tey, ið hava undrast á øll yvirskeggini, sum vit menn hava latið vaksið í movember.


Movemberrørslan byrjaði í Avstralia í 2003. Ætlanin er, at í movember lata vit menn yvirskeggið vaksa fyri at varpa ljós á og savna pening til stuðul og gransking í heilsutrupulleikum hjá monnum. Í ár verður peningurin savnaður inn til gransking í prostatakrabba, upplýsing og fyribyrging.


Mong lond í heiminum hava egna movemberrørslu, so er tó ikki í Føroyum. Tí hevur ongin skipað innsavning verið her. Fyri at hetta stóra arbeiðið, ið vit hava gjørt fyri at lata okkara yvirskegg vaksa, ikki skal fara fyri bakka, verður nú tikið stig til eina innsavning.


Bókaútgáva við yvirskeggum


Mikudagin 30. movember verður møguleiki hjá øllum føroyingum, ið hava yvirskegg at lata tað avmyndað! Í Rit og Rák í SMS fer Per á Hædd frá Fotostudio at taka myndir av øllum, ið koma inn at lata seg avmyndað. Myndirnar vera frá nøsini og niður um høkuna. Eisini verður møguligt at práta við fólk frá Krabbameinsfelagnum. Hevur tú ikki møguleika at koma inn í SMS, so er eisini møguleiki at senda mynd av tínum yvirskeggi til:


yvirskegg@foroyaprent.fo


Øll tey avmyndaðu yvirskeggini verða útgivin í bók, ið verður í handlunum 9. desember. Væntandi verða vit nógvir, ið avmynda okkara stoltleika 30. movember. Hægsta talið av yvirskeggum, ið kann koma í bókina er 161. Í bókini verður bara føðingarárið hjá eigaranum av yvirskegginum upplýst. Søluprísurin av bókini verður í krónum tað sama sum talið av yvirskeggum. Alt arbeiðið í samband við myndatøkur, umbróting, prenting og sølu av bókini verður gjørt ókeypis, so øll inntøka fer óskerd til Krabbameinsfelagið. Prentað verða 500 eintøk av bókini.