Tær føroysku kommunurnar skipaðar í eitt felag

Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist í morgun at savna allar føroysku kommunurnar í eitt kommunufelag. Hetta hendi á stovnandi aðalfundi í nýggja kommunufelagnum, tá ið allar 30 kommunur tóku undir við stovnsetani av nýggja felagum. Við hesum verða verandi feløg, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag avtikin, fyri síðani at verða endurreist í einum nýggjum felag, ið kallast Kommunufelagið.


Í morgun var skrivað søga, tá ið tað á fyrsta sinni nakrantíð eydnaðist at savna allan tann kommunala geiran í eitt kommunufelag. Higartil hava verið tvey feløg, Føroya Kommunufelag, sum var stovnað í 1967, og Kommunusamskipan Føroya, sum var stovnað í 1999


Í endamálsorðingini hjá nýggja felagnum stendur, at “Endamál felagsins er at virka fyri felags áhugamálum, størri kommunalum sjálvræði og betri samstarvi millum kommunurnar.”


Á fundinum var nýtt stýrið valt, sum telur 13 stýrislimir, sum allir eru borgarstjórar. Eftir aðalfundin skipaði stýrið seg við Heðin Mortensen, sum formanni og Magnus Rasmussen sum næstformanni.


Hini sum manna stýrið eru:


Jógvan Skorheim


Jóhan Christiansen


Rósa Samuelsen


Sonni á Horni


Kristin Michelsen


Dennis Holm


Brandur Sandoy


Heðin Zachariasen


Pauli T. Petersen


Jóhannus Danielsen


Trúgvi Gudmundarson


Feløgini, sum KSF og FKF higartil hava verið felags um, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Barnaverndarstova Føroya, verða framyvir skipað sum sjálvstøðugar eindir undir nýggja kommunufelagnum. Umsitingin, sum framyvir telur tólv starvsfólk samanlagt, fer fyribils at halda til í bygninginum hjá Kommunusamskipanini í Tórshavn og í bygninginum hjá FKF í Kvívík, inntil nýggj høli verða tøk.


Stjóri í nýggja felagnum verður verandi aðalskrivari í KSF, Eyðun Christiansen


Við hesum vænta kommunurnar at standa sterkari sum áhuga felagsskapur hjá kommununum, nú stórar avbjóðingar standa fyri framman, millum annað í sambandi við tær samráðingar, sum skulu verða við landsmyndugleikarnar viðvíkjandi treytunum í samband við yvirtøku av eldraøkinum. Somuleiðis fer felagið at verða styrkt sum ráðgevandi og tænastu veitandi stovnur hjá kommununum


Formliga verður felagið virkið frá 1. januar 2014.