Tað verður eitt øgiligt upptak!

Ikki var sørt, at eg gjørdist skakkur av óseriøsa afturljóðinum frá landsins leiðslu, tá eg gjørdi viðmerkingar til Vágaportalin, ið spurdi, hvat eg helt um flatskattin hjá sitandi samgongu í løgtinginum og ta ávirkan, hesin hevur á kommunukassan.


Eg segði, at ilt var at meta um orsøkina til vøksturin í inntøkum, og um flatskatturin ávirkaði nakað, tí kommunan hevur onnur ár upplivað at fingið fleiri inntøkur enn væntað, og at vit tí mugu hyggja at inntøkunum, býtt á vinnugreinar, um vit skulu siga nakað um, hvaðan tær koma. Síðani vísti eg á aðra ávirkan, ið umskipanin av skattinum bæði hevur og fer at hava á kommununa og borgararnar.


Løgmaður velur vanligu loysnina, ið slett ikki er at fyrihalda seg til tað, eg segði, men brúkar eina av sínum standardviðmerkingum, sum er, at flatskatturin slett ikki er flatur, men progressivur. Hví eg nú skal dadlast fyri tað, skilji eg slett ikki, tí tað er samgongan, sum er komin við bæði skattinum og heitinum, men skal tað endaliga eitast at vera ein eitt sindur progressivur flatskattur, so siga vit bara tað.


Eg kann bara staðfesta, at hvat heitið enn er, so rakar skatturin so skeivt, at hann er uppaftur skeivari enn skattaskipanin, sum var áðrenn.


Tiltrongd mótvekt


Fyri tíðina tykist borgarliga gandaorðið vera, at kommunurnar skulu hækka botnfrádráttin, og nú er løgmaður eisini komin við tí, at vit skulu umfordeila og reka sosialpolitikk. Hetta man helst vera, tí landið ikki røkkur ella megnar meira.


Hetta munar bara so lítið, tí tað eru ikki vit kommunur, ið kunnu broyta løgtingslógir og ei heldur hækka botnfrádráttin. Tórshavnar kommuna kann tí heldur ikki einsamøll hækka bortfrádráttin, men skal hann hækkast, má løgtingið broyta lógina. Tá hækkar botnfrádrátturin samsvarandi fyri allar kommunur, men stóri spurningurin er, um nøkur semja er um tað.


Við øðrum orðum kann tað ikki vera annað enn bílig undanførsla, tá løgmaður sigur, at borgarstjórin í Havn bara skal biðja um at fáa botnfrádráttin hækkaðan. Hann mátti vita, at tað hevur ikki verið uppgávan hjá kommununum at umfordeila virðini í samfelagnum ella at reka sosialpolitikk, men bara at taka inn tann skatt, sum skal fíggja ítøkiligu kommunalu tænasturnar.


Hinvegin hava Tórshavnar kommuna og aðrar við rikið sosialpolitikk á teimum økjum, tær umsita, so sum við systkinafrádrátti á barnaansingarøkinum, ókeypis bussleið og stuðli til ítrótt og mentan av ymsum slagi, eins og vit hava verið fleiri kommunur, sum hava hækkað barnafrádráttin munandi.


Skal tað gerast, sum løgmaður leggur upp til, so kommunurnar skulu reka sosialpolitikk á økjum, landið í dag umsitur, so mugu fleiri lógir broytast, og tað er bara nakað, løgtingið kann gera. Hinvegin kundi hetta verið eitt nýtt og tiltrongt prinsipp í kommunalpolitikkinum, tí tað er veruliga brúk fyri, at onkur rekur samhaldsfastan politikk, sum kundi verið tiltrongd mótvekt ímóti kavráa politikkinum hjá sitandi landsstýri.


Skáka sær undan


Í sínum lag sigur landsins fíggjarmálaráðharri seg vóna, at Tórshavnar kommuna fer at bera borgarum skattaprosentið aftur, sum kommunan hevur tikið inn fyri at fíggja Boðanesheimið. Tað sigur ikki so lítið, at fíggjarmálaráðharrin ikki veit, at kommunan í síni fíggjarætlan fyri 2013 hevur lækkað skattin og hækkað barnafrádráttin við 3.000 krónum, svarandi til eitt skattaprosent. Hetta er skilagóð og samhaldsføst umfordeilding í verki.


Landið er harumframt meistari í at úthola inntøkugrundarlagið hjá kommununum, við áhaldandi at leggja útreiðslur hjá landinum til kommunurnar at fíggja, og við stórum hugflogi støðugt at fremja skerjingar í inntøkunum hjá kommununum.


Hetta verður gjørt uttan hvørki ávaring ella samráðing, har man við pennastroki og kunngerðum flytur úr sínari fíggjarætlan til kommunurnar, fyri upp á bíligasta máta at skáka sær undan ringastu fylgjunum av sínum egna ábyrgdarleysa politikki.


Upptakið verður stórt


Pensjónsskatturin er enn eitt dømi um, at landsstýrið bara sendir rokningina víðari. Henda rokning verður tó send so mikið langt inn í framtíðina, at vit síggja ikki allar fylgjurnar beinanvegin. Men givið er, at upptakið hjá okkara børnum verður stórt – um tey ikki longu til ta tíð eru rýmd undan vanstýrinum.


Ei undur í, at hvørki løgmaður ella fíggjarmálaráðharrin viðmerkja tað, sum eg sigi um størsta vandan við skattaumleggingini hjá sitandi samgongu, nevniliga skattinga av pensjónum við inngjald, tí tann skatturin fer – allur sum hann er – í framtíðini í landskassan. Úrslitið av tí verður, at um nøkur heilt fá ár fara yvir 100 milliónir krónur at mangla í inntøkum hjá kommununum, og tað kann illa enda við øðrum enn ógvusligum niðurskurði í tænastustøðinum.


Hesin trupulleiki, sum landið hevur skapt fyri at fíggja tann eitt sindur progressiva flatskattin hjá Kaj Leo og Jørgen, fer at blíva við at vaksa, líka so leingi sum pensjónsinntøkurnar vaksa í mun til lønarinntøkurnar. Framskrivingar vísa okkum, at um bara heilt fá ár broytist lutfallið millum tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum og pensjonistarnar, frá at vera 4-1 í dag til at vera 2-1 um heilt fá ár.


Tað tænir heldur ikki tykkum væl, at allar pensjónir – høgar sum lágar – verða skattaðar líka hart, við 40 prosentum. Hetta er flatskattur við lít, og hetta er ein himmalrópandi asosial umfordeiling! Rokningina fyri skattalættan til tey múgvandi sendir landsstýrið komandi ættarliðum, so tey kunnu plágast av henni, og tí kunnu vit staðfesta, at hvørki í dag ella í framtíðini hevur sitandi landsstýri minsta hug til at taka ábyrgd av nøkrum sum helst sosialpolitikki. Vorðið sum leiðsla!


Heðin Mortensen


borgarstjóri í Tórshavnar kommunu