Tað var óheppið! Ella …?

Lena og Olof Landström: Pomm og Pimm.


Pomm og Pimm fara út. Tað er heitt. Sólin skínur. Sum tað var heppið!


Soleiðis byrjar søgan um útferðina hjá Pomm og Pimm. Ein útferð sum vendir hugtøkunum heppið og óheppið á høvdið. Er tað veruliga óheppið, at tað regnar? Ella er tað kanska heppið?


Tað er ringt ikki at forelska seg í Pomm og Pimm. Tann at síggja til einfaldi, men sniðfundigi teksturin hjá Lenu Landström fær lív við fittu tekningunum hjá Olof Landström. Saman hava tey gjørt fleiri kendar og væl umtóktar barnabøkur og sjónvarpsteknirøðir til børn.


Ein lítil feelgood-bók til bæði foreldur og tað lítla barnið.


Niels Jákup Thomsen týddi


26 bls./innbundin


Til yngstu lesararnar. Ein elskulig bók, sum er eitt sindur øðrvísi.


Klandursskrímsl: Rakel Helmsdal/Kalle Guettler/Áslaug jónsdóttir


Nýggj skrímslabók


Stór og smá bæði í Føroyum og kring heimin dámar væl skrímslini bæði. Og tað er ikki av ongum, tí høvundarnir viðgera evni, ið børnini kenna aftur Lítla og Stóra skrímsl keða seg. Lítla skrímsl vil sleppa at tekna, men tað tímir Stóra Skrímsl ikki, hann vil heldur á seiðaberg. – Tað eru vit altíð, sigur lítla skrímsl og heldur, at teir skulu telva skrímslatalv. – Rotið! sigur Stóra Skrímsl, og soleiðis halda teir á at trætast, til Stóra Skrímsl fer um koll, og teir fara at klandrast.


BOBBLA: Tað er ikki bara í Føroyum, at okkum dámar væl skrímslini bæði. Bøkurnar um skrímslini eru á sjey ymsum málum og hava fingið virðislønir og viðurkenningar og frálík ummæli uttanlands.


32 bls./innbundin


Sjálvt um skrímslabøkurnar kanska eru ætlaðar til 2-5 ára gomlu, so hóska bøkurnar í veruleikanum øllum, tí hvør hevur ikki roynt at klandrast við onkran?


Sverre Henmo: Renn!


Dirvi og vinarbond


Tá ið hundurin hjá Mariu hvørvur, og nakrir stórir dreingir taka lítlabeiggjan hjá Øssuri, hjálpast tey bæði at og gerast vinir Øssur og Maria eru níggju ár og júst vorðin grannar. Øssur dugir væl at sparka fótbólt, og Maria rennur skjótt.


Fyrsta skúladag eftir summarfrítíðina hvørvur hundurin hjá Mariu. Sjálvt um Øssur er bangin fyri hundum, fer hann við Mariu at leita eftir hundinum.


So taka nakrir stórir dreingir lítlabeiggjan hjá Øssuri.


Knappliga er Øssur noyddur at gera fleiri ting, sum hann ikki torir. Og Maria má renna skjótari, enn hon nakrantíð hevur runnið.


Hjørdis Heindriksdóttir týddi


112 bls./innbundin


Ein uppløgd bók at lesa fyri teimum 7-10 ára gomlu. Bókin er eisini ein fín sjálvlestrarbók.


Bjørn Sortland: Loyndarmálið í Luxor


Enn eitt loyndarmál at loysa


Onnur bókin í spennandi røð um systkini Dáva, Sissal og Tór, sum ferðast kring knøttin við foreldrunum


Dávur og familjan eru og ferðast í Egyptalandi og gista í einum lítlum býi við Luxor. Men tað, sum er eitt bíligt og hugtakandi vertshús, vísir seg at vera eitt stað, har nógv hættisligt fer fram – og børn verða hildin fangar í einum umfatandi, løgnum kvetti.


Lættlisnar og væl umtóktar


Loyndarmálið í Luxor er onnur bókin í væl umtóktu krimirøðini hjá Sortland um listadetektivarnar. Fyrra bókin eitur Loyndarmálið í Venezia. Krimirøðin hjá Sortland er eisini partur av krabbabókunum, sum eru lættlisnar bøkur. Harumframt eru nógvar litfagrar myndir í bókunum, sum eisini eru við at gera tær lættar og stuttligar at lesa.


Bjørn Sortland skrivar bæði til børn, ung og vaksin. Bøkurnar hjá honum eru komnar út í 20 londum. Bjørn Sortland er eisini heiðraður fyri at duga væl at skriva bøkur um list fyri ung. Eitt høvuðsverk hjá norska rithøvundanum er ungdómsbókin Sannleikans stund, sum viðger list og lýsir hana á ein viðkomandi og forvitnisligan hátt. Henda bókin kom út á føroyskum í 2011.


Hjørdis Heindriksdóttir týddi


140 bls./heft


Ein góð, spennandi og løtt sjálvlestrarbók til tey 9-13 ára gomlu.