Tað var ikki landsstýrið, ið skar játtanina til Ráðgevingina

Sambandsmaðurin á Fólkatingið, Edmund Joensen, gevur í dag ilt av sær í viðmerking til málið um Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Heldur enn at leggja eftir mær, átti hann kanska at spurt partamannin Bárð Nielsen, hví hann sum formaður í fíggjarnevndini valdi at skerja játtanina við 100.000 krónur. Tað vóru nevniliga hvørki eg ella landsstýrið, ið skóru játtanina til Ráðgevingina.


Vit eru øll góð við Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark, sum í 28 ár hevur veitt mongum sjúklingum og lesandi í Danmark kærkomin ráð og vegleiðing. Tí valdi eg eisini, at Ráðgevingin varðveitti sína játtan á góða millión, tá ið fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 varð borið í Løgtingið. Men tá uppskotið kom aftur úr Fíggjarnevndini vóru 100.000 krónur færri til Ráðgevingina, við tí grundgeving, at neyðugt var at tálma útreiðsluvøkstrinum.


Í dag er støðan tann, at Ráðgevingin illa fær hildið fram við verandi virksemið, um ikki játtanin verður hækkað aftur á upprunastøðið. Hetta er harmiligt og álvarsamt. Sum eg greiddi frá í Degi og viku fríggjadagin, so fari eg beinanvegin at taka málið upp í landsstýrinum við tí endamálið at finna eina loysn, so Ráðgevingin kann halda fram við góða arbeiðinum.


Útsøgnin um, at vit ikki skulu ov nógva fíggjarliga orku uppá at integrera føroyingar uttanlands var søgd við stóru fólkafráflytingini í huga, og serliga teimum ungu lesandi, ið vit ikki fáa heim aftur. Hetta var ikki ætlað sjúkum, ið hava bráðfeingis tørv á sosialfakligari ráðgeving.


Skulu vit raðfesta sosialfakliga ráðgeving til lesandi, má hetta somuleiðis koma lesandi í Aalborg, Århus, Odense, Esbjerg og sjálvsagt eisini í Føroyum til góða.


Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum