Tað vanta 47 mió. kr. hjá býráðsmeirilutanum

Uppskot um fíggjarætlan hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2020 verður lagt fram í kvøld á býráðsfundi. Men eftir hesum uppskotinum, ja so vanta 47 mió. kr. í, fyri at fáa javnvág á fíggjarætlanina, hvat viðvíkur rakstri og íløgum. 

Samtyktar eru íløgur fyri 228 mió. kr. í 2020, meðan avlopið til skattafíggjaðar íløgur í framløgdu ætlanini eru 181 mió. kr. Sostatt vantar fígging uppá 47 mió. kr. fyri at fáa javnvág í rakstur og íløgur.

Upplýsast kann, at hóast risaíløgur á fíggjarætlanini 2020, so eru ongir pengar settir av til eitt nú Marknagilsvegin, har fyrisitingin hevur sagt, at har mugu brúkast minst 17,5 mió. kr. í 2020. Heldur ongir pengar eru settir av til aðrar hart tiltrongdar ábøtir á vegir, uppraðfesting á eldraøkinum, eins og uppnormering á barnagarðsøkinum við meira orku og tíð til børnini - nakað, sum starvsfólkini bíða eftir, tí tað er teimum lovað.

Tað eru 5 møguleikar at fíggja tær 47 mió. kr. ella skapa javnvág - skattahækking, lántøka, nýtsla av tøkum peningi ella sparingar í rakstrinum og lægri íløguvirksemi. Talan kann eisini verða um kombinatiónir av øllum hesum møguleikum. Hin meira óvissi møguleikin er vónin um, at meirinntøkurnar fíggja tað, sum vantar í.

Slagorðini hjá Fólkaflokkinum um skattalætta og lægri rakstrarútreiðslur eru nú ein saga blott, har flokkurin saman við Tjóðveldi og Framsókn, leiða og stýra móti endanum av hesum valskeiðnum.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu