Tað skal vera stuttur vegur frá diagnosu til viðgerð

Sambandsflokkurin legði í undanfarnu tingsetu uppskot fyri løgtingið um viðgerðartrygd. Uppskotið, sum Kaj Leo Johannesen legði fram vegna flokkin, var ein áheitan á landsstýrið um at seta í verk eina skipan, sum skuldi veita øllum føroyingum trygd fyri, at sjúkuviðgerðir skuldu setast skjótt í gongd. Eitt samt løgting tók undir við uppskotinum.  

Sambandsflokkurin vil virka fyri einum málsetningi sum er, at eingin skal bíða longur enn ein mánað frá tí at illgruni um sjúku er staðfestur, til viðgerðin er sett í gongd. 

Hetta er ein krevjandi málsetningur, men eingin ivi er um, at tað hevur stóran týdning fyri sjúklingar og alt samfelagið, at bíðitíðin verður so stutt sum til ber. Tað skal bera til hjá øllum sjúklingum at leita sær heilsubót innan stutta tíð frá fyrsta sjúkardegi. Her manglar nakað í føroyska samfelagnum.

Fyri nøkrum árum síðani varð ein skipan gjørd í Danmark, har tey søgdu, at tey góðtóku ikki longur, at fólk skuldu liggja sjúk ella hava pínu í óneyðuga langa tíð. Tí varð ein viðgerðartrygd bjóðað, og tann skipanin hevur virkað somikið væl, at vit eiga eisini at bjóða føroyskum sjúklingum tað sama. Serliga tá hugsað verður um, at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og at vit senda  nógvar sjúklingar til Danmarkar til viðgerðir, so er tað natúrligt, at tilboðið er tað sama.  

Eitt samt løgting tók undir við at uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um at heita á landsstýrið, um at fáa sett viðgerðartrygdina í gongd. Vónandi hendir nakað skjótt á økinum, og Sambandsflokkurin fer at raðfesta hetta høgt í komandi valskeiði.

Helgi Abrahamsen