Tað er ikki p-talið sum ger okkum til føroyingar

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum,
hevur sett ríkisumboðnum ein fyrispurning, har spurt verður um nøkur tøknilig
ella løgfrøðilig forðing er fyri, at føroyingar kunnu fáa eitt danskt
CPR-nummar afturat tí føroyska p-talinum. Endamálið er millum annað at sleppa
undan tvørleikum ið ofta taka seg upp, tá føroyskir sjúklingar verða innlagdir
á donsk sjúkrahús. Eisini føroysk lesandi í Danmark kunnu fáa nyttu av hesum.



Men sjálvandi verður hetta vent og snarað til,
at Sambandsflokkurin, av eini ella aðrari óskiljandi orsøk, skal vilja gera
allar føroyingar til danskarar. Tað virkar sum at summi ikki hava skilt, at
p-tal og pass eru praktisk amboð, og at tað eru ikki hesi amboðini sum gera
okkum til føroyingar.



Føroyingar vóru til áðrenn P-talið var til



Í 1983 fingu allir føroyingar hvør sítt P-tal.
Tað hendi í sambandi við at ein nýggj skattaskipan varð sett í verk. Áðrenn tað
hevði eingin føroyingur P-tal - og kortini vóru vit føroyingar.



P-talið var eitt praktiskt amboð at nýta í
sambandi við innkrevjingina av skatti. Seinni eru heimildir givnar til eisini
at nýta P-talið til onnur viðurskifti.



Tá P-talið kom, og hvørjaferð heimildin at
nýta tað er víðkað, hevur ein ávís mótstøða verið ímóti tí. Tað sjónarmiðið er
til at skilja, men tað sum eg als ikki skilji er, at hetta sama P-talið nú
verður brúkt sum ein av hesum løgnu ímyndunum, sum skal gera okkum til
føroyingar. Føroyingar vóru til, langt áðrenn nakað P-tal var til.



Tað sama við passinum



Tað sama síggja vit, tá talan er um pass.
Summi hava reytt ES-pass og onnur (serliga tjóðveldisfólk) hava grønt danskt
pass.



Ein skuldi trúð at tað var øvugt – at tey sum
vóru ímóti ríkisfelagsskapinum gingu við felags europeiskum passi, men av eini
ella aðrari orsøk er hetta vent á høvdið.



Tey sum ongantíð ferðast uttanlands hava einki
pass, men tað ger einki, tí passið er, eins og p-talið, bara eitt praktiskt
amboð. Tú kanst saktans bæði vera til og vera føroyingur, hóast tú einki pass
hevur.



CPR-nummarið ger okkum ikki til danskarar



Eitt danskt CPR-nummar ger okkum ikki til
danskarar. Tað er eitt praktiskt amboð, sum millum annað skal gera tað lættari
hjá føroyskum sjúklingum, ið verða innlagdir á donsk sjúkrahús.



Tað ger okkum ikki til danskarar – líka lítið
sum P-talið ger okkum til føroyingar. - Og tað er eisini gott, tí um tað var
P-talið sum gjørdi okkum til føroyingar, so var eingin føroyingur til áðrenn
1983.



Helgi
Abrahamsen