Tað er galið við spurningunum, ikki við føroyingum

Tá tveir triðingar av føroyingum ikki vísa eini fólkaatkvøðu ans, merkir hetta ikki, at nakað er galið við føroyingum. Tá er okkurt galið við fólkaatkvøðuni og spurningunum, sum hon setur.


”Fyri okkum, sum hildu, at vit vóru komin ávegis móti málinum í arbeiðinum at nýskipa kommunurnar og teirra arbeiðsuppgávur, var tað eitt stórt vónbrot at ásanna, at tey tingfólk, sum vóru við í hesum ávegis arbeiði, hava svikið tær avtalur, sum har vóru gjørdar, fyri síðan at senda ein fyrispurning um kommunusamanlegging til fólkaatkvøðu, sum tey allarflestu ikki vildu vita av.


Tá 67% av fólkinum ikki vísur áhuga fyri tí, sum skal fara fram í nærumhvørvinum, er tað ikki fólkinum, tað er galið við, men við fyrispurninginum, sum settur er.


Fólkaatkvøðan er dumpað, og tí fara vit í Framsókn at arbeiða víðari við at nýskipa kommunurnar eftir lógini um kommunusamanleggingar. Tá hetta arbeiðið er liðugt, verður lógin send til fólkaatkvøðu. Fólkaatkvøðan skal fyriskipast eftir sama leisti, sum val til løgtingið verður skipað eftir, nevniliga at Føroyar eru eitt valdømi.”


 Hetta segði eg á landsfundinum hjá Framsókn herfyri. Tað fall ikki í góða jørð hjá Eyðuni á Lakjuni, sum tí hevur gjørt vart við seg í bløðunum.


Eg standi við tað, sum eg segði á landsfundinum. Eg kann tó fegin ásanna, at meiningarnar kunnu vera ymiskar um, hvussu ein demokratisk tilgongd um samanlegging av kommunum skal vera. Eyðun á Lakjuni heldur, at ein fólkaatkvøða, har bara triðjihvør tímir at atkvøða, er í lagi. Tað er so hansara meining. Eg haldi nakað annað.


Eg havi í nógv ár roynt at sannføra fólk um, at Føroyar eiga at verða skipaðar í størri kommunalar eindir. Eg haldi eina skipan við færri, men sterkari kommunum, vera ta bestu til at átaka sær fleiri av teimum uppgávum, sum landið í dag umsitur.


Framsókn hevur í tilgongdini ikki ført nakað slag av negativari umrøðu ímóti fólkaatkvøðuni, sum var, men vit taka bara til eftirtektar, at Føroya fólk ikki hevur ynskt hesa atkvøðugreiðsluna.


Lógin um kommunusamanlegging er eftir mínum tykki framvegis galdandi og er ikki tikin av við fólkaatkvøðuni – kanska tvørturímóti.


Eg skal tó lova Eyðuni, at tá nýskipanarlógin um føroyskar kommunur er klár, og vit vita, hvørji málsøki eru ætlað at verða løgd út til kommunurnar at umsita, skal Føroya fólk sleppa at eiga avgerðandi orðið - á eini fólkaatkvøðu.


Vinarliga


Poul Michelsen