Dagført kl. 12:45: Fólkaflokkurin hevur boðað frá, at hann vil treyðugt í samgongu við Framsókn. Tann spurningurin skal loysast áðrenn realitetssamráðingar vera fyri nýggjari samgongu.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur avgjørt, at fara í realitetssamráðingar við allar flokkar uttan Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Talan er um Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Framsókn, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkin.
Hesir flokkar eru útróptir høgraflokkar, og harvið ein høgrasamgonga. Hetta passar helst best uppá Fólkaflokkin og Framsókn, hóast Framsókn hevur nógvar áskoðanir, sum finnast í trationellum vinstraflokkum, men ikki í Fólkaflokkinum.
Sambandsflokkurin liggur trationelt til høgru, men kallar seg eisini ein liberalsosialistiskan flokk, og Sjálvstýrisflokkurin passar inn allastaðnar, so hann er ikki bara ein høgraflokkur ella bara ein vinstraflokkur. Men nú er hann so komin úr krakka- og akademikararúsinum.
Tað er onki at ivast í, at Miðflokkurin flokspolitiskt er ógvuliga konservativur, tá talan er um etisk virðir, men er samstundis ein sosialpolitiskur flokkur við hjarta fyri fiskivinnuni, verkafólki, familjunum, teimum sjúku og teimum gomlu.
Hinvegin hava vit so heldur ikki nakran vinstravong í føroyskum politikki í nógv ár. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava ligið í bleyta lummaullini hjá Fólkaflokkinum. Hetta eru flokkarnir so eisini revsaðir fyri.Veljararnir vildu heldur hava "orginalin".
Men hyggja vit eftir teimum flokkunum, sum hava ynski um at fara í samgongu, so trúgva vit, at teir smærru flokkarnir góðtaka, at teir ikki fáa landsstýrisumboð.
Men flokkarnir eru ymiskir. Setir t.d. Framsókn krav um at fáa stjórnaruppskotið á borðið, sum t.d. Sambandi er grundleggjandi í móti, ella velur Framsókn ta konstruktivu leiðina við reformum, og leggur prinsipiell mál á hylluna?
Fólkaflokkurin er grundleggjandi í móti tilfeingis- ella makrel-gjaldinum. Fer flokkurin at krevja hesa kós broytta, og góðtekur Sambandsflokkurin og Framsókn, at avtaka makrel-gjaldið?
Fiskidagarnir er nakað, sum eisini hevur fylt nógv í valstríðnum. T.d. hevur Fólkaflokkurin lukrerað nógv uppá, at hann var í móti at minka um fiskidagarnar, og hvat við teimum reiðarum, sum hava keypt sær fiskidagar, sum teir ikki hava loyvi at brúka?
Skulu hesir fáa eitt endurgjald ella kompensatión fyri missin.
Hvat við útróðrarflotanum, sum Fólkaflokkurin, Miðflokkurin, og Kári P. Højgaard, søgdu seg stríðast fyri í valstríðnum.
Tað er ikki óhugsandi, at Sambandisflokkurin og Framsókn, fara at gera broytingar fyri útróðrarflotan, og kanska verða teir kompensseraðir, sum hava keypt fiskidagar, ið teir ikki sleppa at nýta, og allir partar kunnu helst liva við, at lítið gjald verður tikið niður í landskassan frá teimum, sum vilja uttanlanda at avreiða fiskin.
Her eru møguleikar, men treytin er, at Framsókn ikki fær stjórnarskipanina á borðið, meðan Kaj Leo er samráðingarleiðari, og at Fólkaflokkurin heldur ikki sleppur at leggja veto í móti makrel-gjaldinum.
Sleppa teir smáu flokkarnir ikki í landsstýri, so fara teir at krevja tungar nevndarsessir. Okkara boð er, at Framsókn krevur fíggjarmál. Men hetta ynski hevur Miðflokkurin so eisini, men kann helst liva við, at fáa Trivnaðarnevndina, meðan Kári P. Højgaard, kann gerast tingformaður.
Hvussu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, fara at skipa seg í Tinganesi er ikki gott at vita, men lítil ivi er tó um, at løgmaðurin verður Kaj Leo Holm Johannesen. Fólkaflokkurin vil hava fiskivinnuna, og so er spurningurin um Sambandsflokkurin aftur tekur fíggjarmál, men tað er eisini ein telving innanflokka. Bárður Nielsen, vil helst út at stýra finansinum, meðan Johan Dahl, vil sleppa at halda fram við fiskivinnumálum í Tinganesi.
Men við færri landsstýrismonnum eru fleiri onnur áhugaverd málsøkir at telva við. Trupulleikin er fyrst og fremst, at fáa flokkarnar at slúka nakrar kamelar, áðrenn komið verður so langt.
Men sum sagt, so skal hesin knúturin millum Fólkaflokkin og Framsókn loysast áðrenn farast kann undir realitetssamráðingar, men hetta kann vera lótir hjá fólkaflokkinum, sum við hesum líkaso væl kann koma í teirri støðuna, at hann setir seg sjálvan uttanfyri alla ávirkan.
Dan Klein, blaðstjóri