Tað átti at verða líka lætt at sagt: Eg havi ótta, sum: Eg havi astma.

Enn ein samstarvsfelagi
við í ABC fyri sálarliga heilsu



Vit kunnu í dag fegnast um at
Barna- og ungdómspsykiatriska toymið á psykiatriska deplinum hevur gjørt av at
gerast ein partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu hjá
Fólkaheilsuráðnum. 

Hetta er bæði gleðiligt og spennandi. Barna- og ungdómspsykiatriska toymið er
dagliga í sambandi við børn og ung kring alt Føroyar. Hetta ger, at tey uttan
iva verða ein virðismikil samstarvsfelagi, ið kann verða við til at menna
verkætlanina soleiðis, at vit saman kunnu røkka enn fleiri í Føroyum. 



Øll børn og ung í Føroyum
skulu kunna vera tann ein er, óansæð



Um orsøkina til at tey ynsktu
at verða við í verkætlanini siga tey at:



“Barna- og
ungdómspsykiatriska toymið vil verða við til, at øll børn og ung í Føroyum
trívast og sleppa at vera tann ein er, óansæð. Tað átti at verða líka lætt at
sagt: Eg havi ótta, sum: Eg havi astma. Hóast eg havi ótta eri eg virkin,
hugbundin og eri saman við øðrum børnum og ungum”.



ABC hópurin savnast á
sætta sinni



ABC hópurin fevnir nú um 19
samstarvsfelagar, ið umboða kommunur, feløg, stovnar og felagsskapir kring
landið. Í komandi viku hittast allir samstarvsfelagarnir á sætta ABC fundi,
fyri at fáa gjølla kunning, undirvísing og møguleika fyri at kjakast og
hugleiða. Tað verður spennandi at frætta og eftirmeta, hvussu teir ymsu partarnir
hava brúkt ABC fyri sálarlig heilsu í teirra virksemi, og hvørjum leisti tey
fara at arbeiða eftir framyvir.



ABC fyri sálarliga heilsu er ein verkætlan, sum við boðskapinum; ver virkin,
ver saman og ver hugbundin, vil vísa á, hvussu einfalt tað kann vera at styrkja
sálarligu heilsuna.




Fólkaheilsuráðið