Tá læknin mynstrar av!

Skjótt gloyma vit. Ikki er tað so langt síðani, at støðugur og góður lækni á Sandi, var sum lundi á jólanátt. Við Peturi bragdaði aftur. Skipaði viðurskifti, dugnasamur og lættur at práta við. So einastandandi gott tað hevur verið, at havt teg sum læknaliga trygd í nakað avskornu sýslu okkara. Harumframt hevur tú duga so sera væl at laga teg til fólkið og mentanina sum her valdar. Gæsnar og dunnurnar við læknahúsini tosa sítt greiða mál.


Eg veit væl at tú einans skuldi royna hettar læknastarvið eina løtu. Minnist meg rætt, munnu tey tíggju árini nú verða runnin, og tú leitar tær aftur til høvuðssstaðin, sum so mong onnur í hesum døgum. Vóni kortini ikki at kommunalt dølskni hevur skundað undir avgerðina.


Vil bert nýta høvi at takka tær fyri framúr gott arbeiði, eitt einastandandi gott samstarv og ynskja tær hepni í nýggja starvinum. Vónin er kortini onkursvegna at bygdasliga umhvørvi aftur fær fastatøkur á tær, og at leiðin aftur liggur suður á grønu oynna.


Vónandi er tað ikki so at kommunulæknaskipanin í Sandoyar Sýslu, stendur og fellur við tær, men vit eru mong sum við ampa minnast aftur á dagarnar, áðrenn tú steig fótin á land her. Ongantíð betur um ampin sum nú ger vart við seg er ógrundaður. Blíðan byr, Petur!


Páll á Reynatúgvu