Tá ið tað ikki hjálpir at siga frá

Oddagrein: Almennu Føroyar hava havt eitt átak alla hesa vikuna, sum skal upplýsa børnum og ungum, at tey hava nøkur grundleggjandi rættindir, tá tey eru úti fyri seksuellum ágangi, ella generellum harðskapi.


Tað sær so pent út, tá tey í álvarsomum vendingum greiða børnunum frá, at tey kunnu trygt venda sær til almennar myndugleikapersónar í skúla, barnagørðum ella fólki, tey hava álit á. Og so fáa tey at vita frá Barnaverndarstovuni, at barnaverndir hava skildu at hjálpa børnunum.


Tað ger tað ikki verri, at hesi fáa hjálp frá landsstýriskonuni í Almannamálum, Anniku Olsen, sum lat seg avmynda í vakrari troyggju við áskriftini: Sig frá...


Í staðin fyri at fáa respons uppá álvarsama boðskapin, sum harðskapur, ella seksuellur ágangur í móti børnum er, so vóru viðmerkingarnar til Anniku Olsen í hesi troyggjuni: Den steik. Flott kvinna, vakurleikadrotning, sum hon riggar væl, og í den dur.


Ikki eitt orð um tað, sum landsstýriskonan ger reklamu fyri, tí tað jú heldur ikki er ætlanin. Vit í Føroyum eru bara so ómetaliga ófør at fjala út yvir trupulleikarnar, og í summum ekstremum dømum, at verja skeiva partin.


Hesin pakkin kann vera so sera ljótur innan, tí dømir eru um, at barnavernd hevur hjálpt pedofilum, at halda børnunum í einum áhaldandi misbrúki. Og í Føroyum hava barnaverndir makt, at fáa stuðul frá løgregluni, og frá rættinum fyri ikki at tala um ríkismyndugleikan í barnaverndarmálum.


Vit vita um barnaverndarlim, sum alment hevur verið frammi og greitt frá hvørjar skildur tey hava mótvegis børnunum, samstundis, sum vit vita, at sami persónurin er meldaður fyri at halda børnum føstum til pedofilan persón, meðan arbeitt verður hart fyri at niðurgera mammuna, sum roynir at fáa børnini frá pedufila pápanum.


Hetta átak hongur als ikki saman, tá vit vita, at persónar í barnaverndartænastum, beinleiðis hava lagt seg eftir skaða børn. Eitt annað fekst dømi eru børnini hjá Jesper Dahlin, sum ikki orkaði ágangin frá barnaverndarmyndugleikunum í Føroyum, at hann valdi at taka lívið av sær.


Tað eru tíverri nógv skelkandi dømir um, at tað ikki hjálpir at siga frá.


---------


Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum:


T.d., Cop Land, Flutti prógv í eitt døgn, og um nýggja stýrisformannin í Als, sum rennir undan o.a. áhugaverdar greinar.


Keypið blaðið á netinum:


Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.


http://oyggjatidindi.com/arkiv.html


Teknað hald:


oyggjat@olivant.fo