Levi og Heðin avdúkaðu hotspot í Klubb 188

Gjárkvøldið bleiv nýggja hotspotskipanin í ungdómshúsinum KLUBB 188 í Hoyvík tikin alment í nýtslu. Heðin Mortensen borgarstjóri og Jákup Simon Simonsen, býráðslimur, hildu røðu. Síðani royndu Levi Mørk, sum er leiðari og býráðslimur, saman við Heðin og Jákup Simon nýggja hotspottið.

Tað er KT-deildin hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur staðið fyri uppsetan og trygdini av tráðleysu skipanini. Henda tráðleysa skipan er annars á Býarbókasavninum og kemur í nýggju Bussleiðina ein av komandi døgunum.

Umleið 100 ungdómar úr 8. fl. til 18 ár vóru við til avdúkingina. Tey ungu vóru skjót at nýta egnar teldur og fartelefonir. Eisini sang evnaríka Jóna Olsen úr Runavík fleiri kendar sangir. Síðani var tað heavy metal tónleikabólkurin úr Runavík, "Konqueror", sum spældi góðan og harðan metaltónleik til kl.24.00.


http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=3079